Eftir Duritu Brattaberg
(Høgni Mohr týddi úr donskum/norskum)
Eingin umhvørvisligur heildarpolitikkur
Meðan onnur lond, sum Føroyar vanliga samanbera seg við, leggja umhvørvispolitiskar ætlanir fyri komandi øld, hevur verið trupult at staðfest, hvønn umhvørvispolitikk Føroyar hava. Umhvørvið tykist vera eitt ikki-evni, bæði hjá kommunu- og landspolitikarum; beint áðrenn val og gerandisdagar annars. Soleiðis er, hóast flestu floksstevnuskráir í byrjanini vilja vera við, at flokkarnir hava til endamáls at umsita náttúrutilfeingið á skynsaman hátt.
Nøkur av teimum fáu skjølunum, ið seta umhvørvisspurningar á dagsskránna, eru galdandi umhvørvislóg og kunngerðir við heimild í umhvørvislógini frá 1988. Og meðan lógin í flestu førum verður handhevjað við krøvum mótvegis tí almenna, privatum ella vinnulívi, verður at kalla onki gjørt til tess at upplýsa borgarar landsins um, hvussu teir á einfaldan hátt skulu bera seg umhvørvisliga rætt at.
Undanfarnu landsstýrisfólkini við umhvørvismálum hava tíverri ikki gjørt stórvegis vart við seg í umhvørvishøpi seinastu árini ? kanska tí landsstýrisfólkini, ið verða vald tá ið samgonga verður skipað, býta ymisku málsøkini sínamillum. Og tá kann meira enn so koma fyri, at onkur verður landstýrismaður við umhvørvis-, kommunu- og kenslumálum, ídnaðar- og landbúnaðarmálum ella olju- og umhvørvismálum. Og tí landsstýrismaðurin við umhvørvismálum ikki hevur nakað rættiligt umhvørvismálaráð við serkunnaðum fólki aftan fyri seg, er eyðsæð, at umhvørvisarbeiðið verður raðfest aftarlaga.
Seinastu árini eru kollveltandi bygnaðarbroytingar framdar í landsumsitingini. Nógv nýggj størv eru gjørd, men sigast kann, at umhvørvisspurningar standa aftarlaga í raðfestingini. Tað sæst nevniliga, at ætlaða umhvørvis- og landbúnaðardeildin í Landsstýrinum kann gerast hitt seinasta, ið kemur í fasta legu, tí ongin veit nær deildin verður stovnað. Avleiðingin av hesum er, at til hendan dag er ongin stýrisdeild, ið hevur fulltíðarstørv í umhvørvis- ella náttúrufyrisiting í Føroyum sum heild. Tað er alneyðugt at skifta orð um, um rætt er at leggja umhvørvið undir landsstýrismannin í oljumálum uttan at hava havt eitt orðaskifti um tær tvístøður, ið kunnu koma millum hesi bæði økini.
Torført er at bera eygað við landumfatandi ætlanir um at gera støðuna á umhvørvisøkinum upp og gera raðfestingar og staðfesta endamál. Kanska er hetta orsøkin til, at arbeiðið hjá landsstýrinum í mestan mun er merkt av eldsløkking heldur enn fyribyrging.
Umhvørvisvegleiðing og millumtjóðasáttmálar
Stórt trot er á skikkaðari vegleiðing og ráðgeving í kommununum. Avmarkaða stødd landsins hevur við sær, at tað í ein ávísan mun ber til at miðsavna og eftirlaga umhvørvisarbeiðið, soleiðis at hópur av meira tekniskum spurningum og uppgávum í sambandi við tilrættislegging kann verða loystur á sama hátt á ymsum støðum.
Alneyðug tiltøk, ið t.d. hava samband við frárensluvatn, seyðahald og sankutaðing (kompostering), kundu verið fyriskipað meira skynsamt og í størri eindum, um álagt varð bygdunum at samstarva um felags loysnir.
Føroyar hava sett mangar millumstjóðasáttmálar í gildi. Verða hesir nærlisnir, er greitt, at summir teirra ikki hava serliga stóran ítøkiligan týdning fyri umhvørvisfyrisiting í gerandisdegnum. Dømi eru: Washington-avtalan um keyp og sølu av villum djórum og plantum, ið eru hótt, Helsinki-avtalan um nýtslu og verju av áum og vøtnum, sum fara um landamørk. Geneve-avtalan um luftdálking millum lond og seinast avtalukarmurin um veðurlagsbroytingar.
Arbeitt verður tó miðvíst fyri at halda fleiri sáttmálar, ið hava stóran týdning fyri umhvørvisfyrisitingina; t.d. MARPOL-sáttmálan og OSPAR-sáttmálan, sum fyri stuttum eru undirskrivaðir í sambandi við fyrireikingarnar av kolvetnisvinnu í føroyskum havøki.
Føroyar eru farnar upp í norðurlendsku umhvørvisætlanina 1996-2000. Grundarlagið undir norðurlenska umhvørvissamstarvinum er almennu aðalreglurnar fyri náttúru- og umhvørvisvernd, ið eru viðurkendar bæði tjóðliga og altjóðliga; t.d. fyri burðardygga menning, umhvørvistillagaða samfelagsmenning við tí fyri eygað at sleppa undan umhvørvistrupulleikum eins og økisábyrgd, ringrás-ætlanir og varsemi.
Landsstýrið var umboðað á ST-ráðstevnuni í Rio í 1992, og avtalan er undirskrivað. Tíverri er arbeiðið ikki byrjað í føroysku nærsamfeløgunum, tí ongin enn hevur kunnað um ætlanirnar við avtaluni, og hvat Local Agenda 21 snýr seg um.
Local Agenda 21 (LA21) var borðin fram undir ST-ráðstevnuni um umhvørvi og menning í Rio de Janeiro. Luttakararnir samtyktu m.a. eina verkætlan fyri umhvørvis- og menningararbeiði í 21. øld. Hon varð nevnd Agenda 21, og er eitt umfatandi skjal í 40 pørtum. Í 28. parti stendur nakað heilt nýtt. Her vendir ST sær á fyrsta sinni beinleiðis til heimsins kommunur og nærsamfeløg. Gjørt verður vart við, at nógvar av heimsumfatandi umhvørvisavbjóðingunum, ið Agenda 21 viðger, eru staðbundnað virksemið sum heild. Soleiðis spæla tey einstøku menniskjuni í nærsamfelagnum, vinnulív, felagsskapir og myndugleikar høvuðsleiklutir í arbeiðinum at skapa burðardygga menning.
Local Agenda 21 er smíðað til føroyska samfelagið!
Local Agenda skal í fyrstu atløgu metast sum ein staðbundin ætlan, ið skal stuðla upp undir eina burðardygga menning. Local Agenda er eftir mínum tykki júst tað, ið føroyska samfelagnum tørvar, men ikki neyðturviliga saman við tí, sum kommunur og nærsamfeløg annars gera.
Local Agenda 21 fer í størsta mun at snúgva seg um: At staðfesta sambandið millum virksemi á staðnum og altjóða avleiðingar. At síggja menningina í langtíðarhøpi, norður og suður-høpi og altjóða samhuga. Luttøka, ið elvir til nýskapan og menning í nærsamfeløgunum, verður umráðandi. Hesi avmarkaðu øki eiga at leggja størri dent á samanhangin millum umhvørvisvernd, búskap og lívsvirði.
Mest umráðandi umhvørvisavbjóðingarnar krevja, at farið verður til verka, nú. Skulu vit taka burðardygga menning í álvara, er neyðugt at vit byrja við at gera okkurt við størstu avbjóðingarnar. Serliga umráðandi er at fara undir at: minka nýtsluna, menna burðardyggari flutning og ferðslu, viðgera veðurlagsspurningar, vera meira nágreinilig í jarðarfyrisiting við serligum denti á lívfrøðiliga fjølgan, og menning av einum burðardyggum vinnupolitikki í nærsamfeløgunum.
Føroyum tørvar eina virkna umhvørvisrørslu
Einasta umhvørvisfelagið í landinum, Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) hevur bert fáar virknar limir. Felagið var virkið í sjeytiárunum, tá ið skipað varð fyri ráðstevnum um umhvørvisspurningar og luttøku í umhvørvisorðaskiftum. Seinastu árini er limatalið fallið, og virksemið er avmarkað til onkur lesarabrøv, ið finnast at umhvørvispolitikki landsins, serliga í sambandi við vatnorkuútbyggingina . FNU hevur ikki egna skrivstovu og fær ongan rakstrarstuðul. Landsstýrið átti at fata nyttuna av, at ein óheftur felagsskapur verður hildin virkin og heldur eygað við umhvørvisarbeiðið í Føroyum.
Vatnorka í brennideplinum
Vatnorkumálið, ið dúgliga hevur verið kjakast um seinastu árini, er eitt gott dømi um tørvin á einum skipaðum umhvørvispolitikki. Orsøk er at halda, og tað er nú einaferð soleiðis, at tað kundi verið sloppið undan summum miskiljingum, um umhvørvisspurningar høvdu verið raðfestir longur frammi politiskt og um landsstýrið hevði sakkunnleika í umsitingini.
Farið er av álvara undir vatnorkuútbyggingin í Eysturoynni. Tunnlar verða boraðir í fjallinum haðani vatnið frá størstu áunum og minstu løkunum í vestara parti av oynni stavar. Vatnið verður veitt í tunnlum til turbinur, ið vórðu bygdar í sambandi við fyrsta byggistig við Eiðisvatn.
Seinasta hálva árið hevur orðadrátturin í mesta mun snúð seg um hesa útbyggingina og um spurningin um útbyggjarin, alkommunala orkufelagið, SEV, hevur neyðugu loyvini til vatnorkuútbyggingina. Sambært hundrað ára gamla lóg hevur SEV einkarrætt til vatngagnnýtslu. Lógin gevur felagnum loyvi at gagnnýta tað vatnið, tí tørvar. Sambært galdandi lóg ber til at fremja vatnorkuútbyggingar uttan serloyvi ella greining av avleiðingunum, og ongi umhvørviskrøv verða sett útbyggjaranum. Komið er eisini fram, at sambært umhvørvislógina er einasta, ið eftirlit kann havast við í sambandi við útbyggingina, at borievjan frá tunnlunum verður burturbeind sambært reglugerðina.
Landsstýrismaðurin við umhvørvismálum hevur fingið mótmælisskriv frá búfólkunum í bygdunum, sum eru í útbyggingarøkinum. Týdningarmiklir spurningar hava verið settir í løgtinginum, men svarini hava ikki verið nøktandi. Málið kann fáa stóran týdning sum fordømi, tí tað hevur víst, hvussu leiklutirnir eru býttir millum landsstýrismannin og alkommunala orkufelagið; og landsstýrismannin og Yvirfriðingarnevndina. Komið er nevniliga fram, at landsstýrið ikki hevur ábyrgdina av vatnorkuútbyggingini, men at hon er latin útbyggjaranum, SEV, upp í hendi. Eisini er komið fram, at kært kann ikki verða um góðkenningina hjá Yvirfriðingarnevndini. Soleiðis er landsstýrismaðurin við umhvørvismálum settur uttan fyri alla ávirkan.
Tað tykist ikki, sum SEV hevur nakað umhvørvisandlit (valla eru mong, ið spyrja eftir tí) og hevur tíverri heldur ikki avdúkað ítøkiligar framtíðarætlanir við øðrvísi orkukeldum.
Ruskrúgvur í vøkstri
Búskaparvøksturin í Føroyum hevur verið stórur seinastu 20-30 árini. Buskaparliga kreppan, ið byrjaði fyrst í nítiárunum, er nú hasað av, og tað gongur støðugt frammá. Hetta sæst aftur á rusknøgdunum á brennistøðunum báðum, ið nú, vegna støddina, eru noyddar at skipa fyri øðrvísi ruskskiljing Men tað eru bert partar av umhvørvistrupulleikunum, ið fylgja við øktum rusknøgdum, sum endurnýtsla kann loysa. Mørk eru fyri, hvussu stórar partar av rusknøgdunum, ið tað er fíggjarliga ráðiligt og tekniskt møguligt at endurnýta. Somu avmarkingar eru galdandi fyri skerjingar av tí, ið fer úr brennistøðunum og út í lofthavið. Verða rusknøgdirnar ikki avmarkaðar, fara trupulleikarnir av ruski framhaldandi at veksa. Tað ræður um at seta sær fyri at fremja arbeiðið at avmarka rusknøgdirnar.
Í stuttum kann sigast, at størstu avbjóðingarnar viðvíkjandi ruski í núverandi skipan, eru tørvurin á endurnýtslu- og pantiskipanum og staðbundnum viðgerðarhættum.
Góðu royndirnar við eini sankutaðingarskipan, ið viðger lívrunnið rusk í Skúgvi, har eini 80 fólk búgva, eiga at vera fyrimynd, soleiðis at fleiri sankutaðingarskipanir verða settar upp á øðrum støðum. Sostatt slepst undan at flyta lívrunnið rusk langar teinar til tær báðar brennistøðirnar í Føroyum.
Neyðugt er at leggja størri orku í upplýsing um verandi innsavning av umhvørvisdálkandi ruski. Í hesum ruski eru evni, sum eru umhvørvis- og heilsuskaðilig, og verður ikki rætt atborið, er vandi fyri, at tey kunnu elva til álvarsama umhvørvisdálking og mansskaða. Summi av vandamiklastu evnunum verða sera spakuliga niðurbrotin; onnur als ikki (tungmálmur). Tey savnað seg í føðiketunum, og hetta hevur við sær, at tey kunnu hótta lívfrøðiliga margfeldið, føðiveitingina og heilsuna; eisini fyri komandi ættarlið. Endamál landsstýrisins eigur at vera at tryggja, at at kalla alt umhvørvisskaðiligt rusk verður viðgjørt á fullgóðan hátt.
Endurnýtsla neyðug
Málið eigur at vera, at hitt sama fíggjarliga virksemið í landinum, mált í bruttotjóðarframleiðslu, eigur at hava við sær munandi minni rusknøgdir. Hetta skal sostatt hava við sær, at vøksturin í rusknøgdunum verður munandi minni enn framleiðsluvøksturin í samfelagnum. Tá ið málið verður sett í lutfall við búskaparliga vøksturin, stendur endamálið við og er leyst frá búskaparliga vøkstrinum.
Aðalreglan um, at dálkarin skal gjalda, eigur at verða hildin. Og stórur dentur eigur at verða lagdur á meginregluna um varsemi; tí uppskotnu tiltøkini minka jú av álvara um hóttanirnar móti vistfrøðisskipanini.
Landbúnaðurin
Nógvar umhvørvisavbjóðingar, sum smáar ella miðalstórar kommunur í Føroyum meta tær, hava samband við landbúnaðin; serliga dálking frá seyðahaldi. Serstakliga bøndurnir hava tørv á stýring og upplýsing. Einans evarska lítil partur av tøðunum frá landbúnaðinum verður nýttur. Størsti parturin av teimum fer í áarløkir og oman í mølirnar, har tey verða skolaði út í havið. Og bert ein lítil partur av súrhoyggjløginum verður nýttur. Hesin løgur er størsti syndarin, tá ið talan er um dálking í áarløkunum ? og soleiðis er hann ein hóttan móti áarfiskinum. Í staðin verða stórar nøgdir av handilstøði innfluttar. Umhvørvisliga, eins væl samfelagsbúskaparliga, er hetta ein ónáttúrliga vánalig loysn.
Trupulleikin verður loystur á einfaldan hátt: Við sankutaðingarskipanum, ið eisini skulu taka ímóti lívrunna ruskinum úr húsarhaldunum. Bøurin kann síðani á einfaldan hátt verða taðaður við tøðum úr sankutaðingini, og innflutningurin av handisstøðum harvið verða avmarkaður.
Harumframt eru seyðaavroð vorðin ein stórur trupulleiki fyri ruskstøðirnar seinastu árini. Orsøkin er, at meginparturin av seyðinum verður flettur heima, og at parturin av avroðunum (vomb, garnar, høvd og skinn), ið verður nýttur, er í minking. Rusk frá fletting kundi verið brúkt skynsamt í biogassskipanum, sum kanska eisini kundu tikið ímóti ruski úr fiskiídnaðinum.
Eitt líkinda land til vistfrøðiligt seyðahald
Nógv talar fyri, at Føroyar sum heild kundu havt vistfrøðiligt seyðahald. Meginparturin av seyðinum gongur úti í Guðs fríu náttúru bróðurpartin av árinum. Eindirnar av innfluttum fóðuri eru sera fáar, og nýtslan av heilivági er lítil, samanborið við hana í grannalondunum. Størsta avbjóðingin hevði verið at bøtt um handfaringina av tøðunum frá seyði, sum verður fóðraður í seyðahúsi um veturin. Somuleiðis at forða fyri nýtslu av handilstøðum á bønum og í størri mun at laga nýtsluna av heilivági eftir tørvinum hjá hvørjum einstøkum dýri.
Til tess at náa málinum, noyðist landbúnaðurin sjálvur, og ikki minst landbúnaðarmyndugleikarnir, at hava eina tilvitaða hugsan um vistfrøðiligan landbúnað, og leggja orku í at venda gongdini hin rætta vegin. Farið eigur at verða undir landbúnaðarráðgeving, ið fatar um fígging, vistfrøði og byggifrøði.
Mentunarlandslagið
At verja og umsita fornminni og mentunarumhvørvi snýr seg um at røkja mentunararvin. Fornminnini eru saman við náttúrutilfeinginum høvuðslutirnir í umhvørvis- og tilfeingisumsitingini sum heild. Tey eru týdningarmikið vitanar- og nýtslutilfeingi, og partur av grundarlagnum undir lívsvirði fólksins. Standfesti og søguligur samhangur í náttúrliga umhvørvinum veita trygd og samleika eins og mentunararvurin umboðar stórar upplivingarmøguleikar og fagurfrøðilig virðir.
Varðveita vit mentunarlendslagið, so endurvinna og tryggja vit okkum mista vitan. Hetta kann stuðla upp undir at loysa nýggjar trupulleikar og at taka av avbjóðingum í arbeiðinum at menna eitt vistfrøðiliga burðardygt samfelag.
Umráðandi er, at margfeldið í fornminnum og mentunarumhvørvinum verður umsitið sum nýtslutilfeingi og sum grundarlag undir uppliving og menning av náttúruumhvørvi.
Harumframt eru mentunarlandslagið og hin óspilta náttúran av størstu ágóðunum fyri ferðamannalandið, Føroyar.
Ferðavinna verður hildin at gerast sera týdningarmikil fyri Føroyar. Landið verður m.a. marknaðarført sum grønt við óspiltari náttúru, og kanningar benda á, at tað júst er hetta, ið útlendingar ætla sær at uppliva. Men náttúran er viðkvom, og mark er fyri, hvussu mong kunnu ferðast í henni. Sleppast kann bert undan skaðum, um ætlanir verða lagdar.
Oljuvinna
Umhvørvisliga avbjóðingin í 21.øld verður oljuvinnan. Um stutta tíð verður farið undir at bora eftir olju í føroyskum øki. Avbjóðingarnar, ið hava samband við oljuvinnuna, eru størri og fløktari enn tær, Føroyar hiðartil hava tikið av. Til tess at taka av hesi avbjóðingini, er ein grundleggjandi hugburðsbroyting neyðug, serstakliga millum politikarar.
Glottar eru kortini. Ein treyt fyri, at farast kann undir royndarboringar er, at heilsuviðurskiftini, umhvørvið, trygdin og tilbúgvingin skulu vera í lagi, áðrenn skjøtul verður settur á.
Tjóðarlig umhvørvisvernd
Avbjóðingarnar og tráanin í umhvørvispolitikkinum eiga at gerast sjónligari. Hetta ber til at gera við at seta sær umhvørvispolitisk mál. Økismyndugleikar eiga at fáa ábyrgd, tá ið umhvørvispolitikkurin verður framdur. Við grønum skattum og øðrum umhvørvispolitiskum stigum, eiga karmarnir at verða gjørdir, soleiðis at umhvørvisfyrilit verður ein náttúrligur partur av búskapinum. Almenningurin eigur at sleppa fram at umhvørviskunning, og ymsu økini eiga at verða væl umboðað í arbeiðinum at verja umhvørvið.