Lat Marius Paula fáa stuðulin

Eg rokni við, at ikki so fáir føroyingar gjørdust eitt sindur kløkkir, tá Dagur og Vika nú eitt kvøldið segði, at teir á Royndarstøðini í Kollafirði høvdu avlívað seinasta føroyska tarvin, enntá ein bert tvey ára gamlan tarv. Har stóðu menn og táraðu um, hvussu hjartaleysir politikararnir vóru, men eg má siga, at eg meira beit á kampi yvir, hvussu hjartaleysir hesir á Royndarstøðini vóru.

Vit skiltu øll, at okkurt var gingið gali í umsitingini, og tað skal sigast, at um tað var fyri at fáa umsitingina at gáa eftir, so kundi onnur vápin verið nýtt, enn at drepa »hønuna sum legði gulleggini«. Tápuligheit og uppgerð út um alt mark vil eg kalla tað.

Nú vísir tað seg tíbetur, og Gud havi lov fyri tað, at eitt gløgt høvd í Sandavági bjargaði okkum undan landaskommini. Tí landaskomm kalli eg tað, lata vit hetta meira enn 1000 ára gamla neytaslagið doyggja út, sum vit hava fingið at uppsita, og sum hevur lívbjargað føroyinginum alla okkara tíð her á landi.

Tí skjóti eg upp, í fullum álvara, og eg vóni, at avvarðandi politikkarar hoyra ella lesa hetta og gera eftir tí, at Marius Pauli, sum tøkk, fær allan tann stuðul, um tað so er hálv millión, ið Royndarstøðin skuldi havt fingið fyri at røkt sína uppgávu. Ein uppgáva teir so dyggiliga missrøktu.

Eg meini, eingin skal siga mær, at eitt stórt fjós ikki hevur ráð at hava eitt kríatúr afturat inni. So dýrt kann tað aldrin vera. Og at skaffa pening til kynsbótararbeiðið kundu teir gjørt á annan hátt, enn at dripið djórið, sum alt hvíldi á. Protest skal valdast! Hatta er so óansvarligt, at tað átti at fingið fylgjur fyri tey, sum varaðu av. Og tá hugsi eg ikki um aðalstýrini. Hinir hava so sanniliga eisini sína ábyrd, og tað var hóast alt teir, sum høvdu djórið í varðveitslu ? skamm fái. Hvat kann ikki tað næsta blíva? kunnu vit bivandi spyrja. Og har átti Djóraverndarfelagið eisini at vakna. Tey eru so fitt at verja eygagóð djór sum kettur, hundar, kanariufuglar og kaninir, og alt gott um tað.

Men eru neyt og tarvar ikki eisini djór?


Sonni Jacobsen