hesum tiltaki. Í fjør svumu 16 um fjørðin. Erlendur Simonsen sigur, at tiltakið er stuðulstiltak fyri at samla pengar til svimjihylin, sum gjørdur verður í Nólsoy. Skriv er sent ymsum fyritøkum í landinum við [...] við áheitan um peningaliga stuðul. Tað sama varð gjørt í fjør, og tá komu umleið 30.000 krónur inn. Í ár verðu stevnan leygardagin 7. august, og tað verður so eisini tann dagin, svomið verður um Fjørðin [...] har sum radioamatørarnir halda til. Farið verður avstað klokkan 13.oo, og fólk eiga at vera á staðnum í seinasta lagi klokkan 12.oo. Lagt verður frá landi ein tíma undan vestfalskyrrindunum. Hetta er fyri
viðgjørt, verður sagt í viðmerkingunum. Umsetiligheitin Og nevnt verður eisini í viðmerkingunum, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sett sær sum mál m.a. at leggja fyri løgtingið í september/oktober [...] fiskiárið fyri botnfiskafiskiskapin á føroysku landleiðunum 1. september og endar 31. august árið eftir. Í seinasta lagi 18. august skal løgtingið hava ásett fiskidagar fyri komandi fiskiárið, og ólavsøkudag beint [...] landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen, heldur ikki, at hetta í nóg stóran mun tekur við tann søguliga fiskiskapin hjá lemmatrolarunum, og at áðrenn ein slík skipan verður sett í verk, eigur
ávegis úr Noreg, og verður hon sett upp fyrstu vikuna í august. Nýggja klokkan verður tó ikki alment tikin í brúk fyrr enn sunnudagin tann 15. august, tá Hans Jacob Joensen, biskupur, fer at víga hana undir [...] verður í Eiðis Kirkju í løtuni. Kirkjan fær eina stóra umvæling. Vindeyguni eru sandblást. Alt gólvið í skipinum skal takast upp og umvælast. Gamalt er, og má helst ikki skiftast út. Trappan upp í tornið [...] Komandi sunnudag ringir klokkan í Eiðis Kirkju fyri seinastu ferð. Hon er klovnað og hevur at kalla mist røddina Guðstænasta verður klokkan fimm seinnapartin, har sagt verður farvæl við ta 118 ára gomlu
íslendska felagið, sum fer at spæla týdningarmiklan dyst í hesi vikuni, er ÍBV. Allan Mørkøre og liðfelagarnir fóru í gjár til Ungarn, har teir í annaðkvøld í Budapest móti MTK skulu royna at taka aftur 2-0 leiðsluna [...] Í bestu deildini í Íslandi vóru eingir dystir í vikuskiftinum. Tað verður ikki spælt aftur fyrrenn komandi vikuskifti. Tá skal Leiftur á heimavølli spæla móti Víkingi úr Reykjavík, meðan ÍBV skal til [...] KR við brotssparki. Tað var í sambandi við hetta brotssparkið, at ilt kom í teir av Ólafsfirði. Dómarin bríkslaði fyri hond á bóltinum, men Leifturs menn vóru als ikki samdir í, at talan var um brotsspark
við í spælið, og teir spældu seg til einstakar møguleikar, men í báðum førunum, tá teir skoraðu mál, var talan um gávur frá GÍ. Í fyrra førinum fangaði Rúni í Soylu ein tvørbólt í GÍ verjuni, og í seinna [...] fótin á. Umstøðurnar í Føroyum eru ikki sum í útlondum, har øll málini í øllum dystunum verða víst í sjónvarpinum. Tær umstøðurnar hava við sær, at tað ber til at velja besta málið í hvørjum umfarinum, at [...] at velja besta málið í hvørjum mánaði og at velja ársins mál. Hevði tað verið soleiðis í Føroyum, so er einki at ivast í, at málið, tá Pauli Jarnskor økti til 3-0. hevði verið evni til øll hesi heitini
fitt um sína støðu í toppinum. Klaksvíkingar hava góða manning hesa tíðina av árinum, og teir skuldu helst í juni og august skavað so mikið av stigum saman, at liðið ikki fer at koma í vanda fyri at flyta [...] ferð í vinstru, og Birgir Joensen átti síðsta fótin á, eftir tvær sendingar inni fyri málinum. Tá støðan var 2-0 stútaði Jóhan Lützen, sum arbeiddi nógv í KÍ álopinum, á tvørtræið, bólturin fór upp í luftina [...] higartil, so kann tað væl hugsast, at vágaliðið fer at hava vunnið sær sess í 1. deild, tá LÍF í næstsíðsta umfarinum fer í Vágarnar.
dystir í 1. deild (í fjør og eitt annað ár í níti árunum hevur verið spælt 2. august). Í 2. deild styrktu vágamenn um fyritreytirnar at flyta upp aftur í bestu deildina. Málið hjá vágaliðunum, tá tey í 1994 [...] Atgongumerki til altjóða fótbólt er sigur í finaluni í steypakappingini (ella tap í finaluni um steypavinnarin eisini vinnur FM), FM sigur ella næstfremsta plássið í landskappingini. Tey bæði síðstu árini [...] fjórða plássi í FM kappingini, hevur spælt í Intertoto Cup, og um teir ikki megna meiri, so fara teir í HB eftir hesi luttøkuni, men hetta verður bara eitt plástur á stóra sárið, sum verður í felagnum, um
Havnar Sjónleikarfelag saman skipa fyri í summar, og sum vegna Ólavsøkukabarettina, vórðu tikin av skránni um ólavsøkuna, verða nú tikin uppaftur tann 3. 10. og 17. august. Av tí at Ólavsøkukabarettin verður [...] verður spæld nakrar ferðir afturat, verður Føroyakvøldssýningin 3. august klokkan 20.30 á Meiarínum í Tórsgøtu, sigur Lina Larsen, sum samskipar tiltakið. ? Tey 13 fólkini, sjónleikarar, tónleikarar og hjálparfólk [...] um føroyska dansin, dansispøl, dansisið og um føroyska búnan. Hetta týskvøldið skipar Dansifelagiðn í Havn fyri dansinum og dansispølum. Á Hotel Föroyum, Hotel Hafnia og á Rio Bravo er fiskabuffet og annar
Ships? Races?, sum í ár gongur um Hetland. Hetta er ein stór, kappsiglingarstevna, sum hevur verið regluliga síðani mitt í fimtiárunum. Hesuferð verða seglini sett í St Malo við Ermarsund í Fraklandi. Siglt [...] upp til Greenock í Skotlandi. Haðani verður siglt norður um Skotland til Lerwick í Hetlandi og loksins haðani til Ålborg í Danmark, har stevnan endan. Johann fer ikki at vera við í sjálvari kappsiglingini [...] heilt fyri seg. Tað var ein sakførari í London sum fekk hugskotið til hana í fimtiárinum. Endamálið við stevnuni var at savna tey seinastu av teimum søguríku seglskipunum í ein flota. Hendan fyrsta stevnan
mær als ikki til at spæla í 2. hálvleiki, og eg bað um at verða útskiftur. Tann, sum kom í málið, er ein gamal málverji, sum nú hevur spælt í old boys, men hann hevur vant í eina tíð, tí eykamálverjin [...] okkurt dragnaði í mjødnini. Tá vit spældu móti HB var eg sera ivasamur og hitaði leingi upp, men hetta batnaði, tá vit komu aftur til Danmarkar, og tá vit spældu móti AaB var alt í lagi. Men í Aarhus gjørdi [...] bløðing í lærkrikanum. Hann skal hava viðgerð alla hesa vikuna, og ivasamt er um hann kann spæla næsta vikuskiftið. ? Men eg vóni og rokni við, at hetta skjótt kemur aftur í rættlag. Vit skulu í vikuskiftinum