Samsvarandi lógini um vinnuligan fiskiskap byrjar fiskiárið fyri botnfiskafiskiskapin á føroysku landleiðunum 1. september og endar 31. august árið eftir. Í seinasta lagi 18. august skal løgtingið hava ásett fiskidagar fyri komandi fiskiárið, og ólavsøkudag beint eftir røðu løgmans, legði fiskivinnumálaráðharrin Jørgen Niclasen so uppskotið fram um vinnuligan fiskiskap. Landsstýrismaðurin hevur fylgt áheitanini frá Løgtingsins Vinnunevnd um hesa ferð bara at koma við uppskoti um fiskidagar fyri komandi fiskiár.
Lemmatrolararnir
Viðvíkjandi lemmatrolarunum, verður sagt í viðmerkingunum til uppskotið, at skipanarnevndin skjýtur upp, at lemmatrolarunum verður tillutað tilsamans 203 fiskidagar á innaru fiskidagaleið komandi fiskiár. Hetta er grundað á royndina hjá teimum á hesi leið í 1995 og 1996. Nevndin mælir harumframt til, at gjørd verður ein skipan fyri fiskidagatal hjá lemmatrolarunum á ytru fiskidagaleið, men at henda ikki verður sett í verk, fyrr enn avtalað er millum Føroyar, Ísland og Grønland, hvussu stóran part av kongafiska- og svartkalvatilfeinginum hvør parturin eigur.
Men landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen, heldur ikki, at hetta í nóg stóran mun tekur við tann søguliga fiskiskapin hjá lemmatrolarunum, og at áðrenn ein slík skipan verður sett í verk, eigur hagtalsgrundarlagið at verða kannað nærri, og spurningurin um, hvørja ávirkan ein broytt skipan fyri lemmatrolararnar kann hava á fiskidagarnar, sum verða tillutaðir øðrum skipabólkum, eigur at verða viðgjørdur nærri.
? Fyribils verður tí hildið fram við verandi skipan, har hvør av lemmatrolarunum kann fiska upp til ávíst tonsatal av toski og hýsu hvørt sær sum hjáveiða á innaru fiskidagaleið.
Garnaveiði
Fyri gullaksa- og garnaveiði ger Skipanarnevndin einki uppskot. Fyri hummarafiskiskapin mælir nevndin frá, at fiskidagarnir á hummaraveiði verða roknaðir burtur av tillutaðu fiskidøgunum.
? Í heyst fer Fiskimálastýrið undir at umrøða gullaksafiskiskapin sum heild fyri at finna eina loysn á, hvussu gulllaksastovnurin burðardygt verður troyttur. Fyri garnaveiði eftir svartkalva og havtasku hevur Fiskimálastýrið arbeitt við at broyta kunngerðina fyri nevndu veiði, og er hetta um at vera liðugt viðgjørt, verður sagt í viðmerkingunum.
Umsetiligheitin
Og nevnt verður eisini í viðmerkingunum, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sett sær sum mál m.a. at leggja fyri løgtingið í september/oktober broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum hava við sær størri umsetiligheit, og uppskot um lóg um endurnýggjan av fiskiflotanum. Hesi tiltøk saman við einum niðurskurði í fiskidagatalinum fiskiárið 2000/2001 fara at føra til búskaparliga menning og javnskipan av veiðiorkuni. Landsstýrismaðurin heldur, at búskaparligu broytingarnar fyri framman taka tíð, og verður tí ikki mett ráðiligt at lækka fiskidagatalið komandi fiskiár av hesi orsøk.
? Økisfriðingarnar hava stóran týdning saman við fiskidøgunum, og eru tær stongdu leiðirnar víðkaðar, serstakliga fyri gýting. Í umsitingini av hesum verður fylgt væl við fiskiskapinum, herundir broytingum í veiðitrýsti og ávirkanin við teimum stongdu leiðunum, sum tilsamans skulu tryggja, at skipanin framvegis verður burðardygg og við tíðini eisini fer at hava við sær betri búskaparlig úrslit, sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri m.a. í viðmerkingunum til uppskotið um vinnuligan fiskiskap.
Lógaruppskotið hevur verið til ummælis í Fiskivinnustarvsnevndini tann 22. juli 1999. Og hevði hon onga viðmerking til uppskotið.