Í bestu deildini í Íslandi vóru eingir dystir í vikuskiftinum. Tað verður ikki spælt aftur fyrrenn komandi vikuskifti. Tá skal Leiftur á heimavølli spæla móti Víkingi úr Reykjavík, meðan ÍBV skal til Grindavíkar. Leiftur skal spæla leygardagin, og ÍBV skal spæla sunnudagin.
Einasta íslendska felagið, sum fer at spæla týdningarmiklan dyst í hesi vikuni, er ÍBV. Allan Mørkøre og liðfelagarnir fóru í gjár til Ungarn, har teir í annaðkvøld í Budapest móti MTK skulu royna at taka aftur 2-0 leiðsluna, sum ungverska liðið hevur frá dystinum í síðstu viku.
Ólavsøkuaftan vóru teir i Leiftri í Reykjavík og stríddust móti oddaliðnum úr KR. Reykjavíkarliðið hevði størri trýst, teir høvdu 14 royndir móti málinum hjá Jens Martini Knudsen, meðan Uni Arge og teir tríggjar ferðir royndu móti KR málinum. KR fekk tólv hornaspørk, meðan Leiftur hevði trý hornaspørk.
Men hóast gongdin var soleiðis, so vóru teir í Leiftri alt annað enn fegnir um, at úrslitið gjørdist 1-1. Alexander Da Silva Braga, sum er brasiliumaður í verjuni hjá Leiftri, setti hol á við skoti úr 40 metra fjarstøðu. Tá vóru 30 minuttir farnir, og níggju minuttir seinni javnaði KR við brotssparki. Tað var í sambandi við hetta brotssparkið, at ilt kom í teir av Ólafsfirði. Dómarin bríkslaði fyri hond á bóltinum, men Leifturs menn vóru als ikki samdir í, at talan var um brotsspark.
Páll Guðlaugsson segði við íslendsk bløð, at hann kendi tað sum at teir vóru snýttir í sambandi við brotssparkið. Ein minutti undan steðginum fekk Jens Martin Knudsen gult kort, og tað er ikki óhugsandi, at eisini hann hevur verið uppreittur av hesum dóminum. Uni Arge var einsamallur í álopinum hjá Leiftri, sum í útgangsstøðuni spældi 4-5-1.
ÍBV skuldi sambært skránni ólavsøkudag spæla á heimavølli móti Vali, men orsaka av Europa Cup er tann dysturin útsettur til mikudagin 25. august.