Komandi sunnudag ringir klokkan í Eiðis Kirkju fyri seinastu ferð. Hon er klovnað og hevur at kalla mist røddina
Guðstænasta verður klokkan fimm seinnapartin, har sagt verður farvæl við ta 118 ára gomlu klokkuna.
Nýggj klokka er ávegis úr Noreg, og verður hon sett upp fyrstu vikuna í august.
Nýggja klokkan verður tó ikki alment tikin í brúk fyrr enn sunnudagin tann 15. august, tá Hans Jacob Joensen, biskupur, fer at víga hana undir hátíðarguðstænastu á Eiði.
Hetta er tó ikki einasta, sum gjørt verður í Eiðis Kirkju í løtuni.
Kirkjan fær eina stóra umvæling. Vindeyguni eru sandblást. Alt gólvið í skipinum skal takast upp og umvælast. Gamalt er, og má helst ikki skiftast út. Trappan upp í tornið skal gerast nýggj, umframt ábøtur í sakrastinum.
Og tá liðugt er, skal øll kirkjan málast.