Klaksvíkingar spældu við eld

Fótbóltur: Og í HB eru teir noyddir at miðja lægri, tí nú hongur Europa Cup luttøkan í klønum tráði

Í nýggjari tíð er tað ikki komið fyri áður, at tað er farið undir seinnu helvt av fótbóltslandskappingini so tíðliga, sum tað varð gjørt hesa ferð. 31. juli løgdu teir til brots í 2. deild, og 1. august vóru fimm dystir í 1. deild (í fjør og eitt annað ár í níti árunum hevur verið spælt 2. august).

Í 2. deild styrktu vágamenn um fyritreytirnar at flyta upp aftur í bestu deildina. Málið hjá vágaliðunum, tá tey í 1994 kastaðu saman í FS Vágar, var at teir skuldu vera við í bestu deildini, og at teir skuldu gera seg galdandi í kappingini um heiðursmerkini. Hvussu tað verður við hesum síðsta ber ikki til at siga so nógv um enn, men nógv bendir á, at teir í ár 2000 aftur vera í bestu deildini, har teir ikki hava verið tvey tey síðstu árini.


Avgerandi vikuskiftir hjá HB

Kanska var tað ikki so óvæntað, at HB einki fekk við aftur úr Vági ? teir hava altíð havt tað sera strevið á Vágseiði ? men úrslitið undirstrikar veruleikan, at HB hevur tað ikki gott. Tá teir taptu stórt í Finnlandi í Europa Cup og harvið vórðu sendir úr europeisku kappingini, ásannaði formaðurin í Havnar Fótbóltur, Poul Michelsen, at teir høvdu ikki rokkið málinum, sum hann á aðalfundinum hjá felagnum hevði sagt vera at koma víðari úr fyrsta innleiðandi umfarinum í Europa Cup.

Støðan í løtuni hjá HB bendir á, at tað er ikki langt burtur, at teir mugu miðja lægri, enn teir hava gjørt. HB ætlar sær at taka lut í Europa Cup á hvørjum ári. Atgongumerki til altjóða fótbólt er sigur í finaluni í steypakappingini (ella tap í finaluni um steypavinnarin eisini vinnur FM), FM sigur ella næstfremsta plássið í landskappingini. Tey bæði síðstu árini hevur tað lagað seg soleiðis, at tað liðið, ið er endað á fjórða plássi í FM kappingini, hevur spælt í Intertoto Cup, og um teir ikki megna meiri, so fara teir í HB eftir hesi luttøkuni, men hetta verður bara eitt plástur á stóra sárið, sum verður í felagnum, um teir ikki megna at spæla seg í Europa Cup.

HB var ikki í steypafinaluni, men teir hava framvegis møguleikan sjálvir at gera av, um teir skulu vera við í kappingini um fremstu plássini. Trý tey næstu vikuskiftini hava sera stóran týdning í tí sambandinum. Komandi sunnudag skal HB til Gøtu, so koma klaksvíkingar, og 22. august skulu greipuvinnararnir frá í fjør til Runavíkar. Um teir ikki fáa millum seks og níggju stig burturúr, og um liðini, sum eru frammanfyri teir, vinna sínar dystir, so verður allur møguleiki hjá HB at vinna sær sæti í Europa Cup burtur.

Um HB tapir í Gøtu komandi sunnudag, og NSÍ vinnur á heimavølli móti B68, so verður HB á fimta plássinum, og tað ber ongan rætt til altjóða fótbólt við sær.


Spældu við eld

KÍ er framvegis besta boðið uppá FM heitið, og størstu kappingina fáa teir frá B36 og GÍ. Øll liðini vunnu sunnudagin, men felags fyri tey øll var, at tað í løtum var um reppið, at lægru staddu liðini fingu um endan.

KÍ hevði stórsigur á stokkinum, men í síðstu løtu kom B68 upp í leikin, tá teir skoraðu tvær ferðir. Teir rukku ikki einum stigi, men fyri komandi vikurnar kann tað vera av stórum týdningi, at tapið móti KÍ ikki gjørdist størri enn 2-3.

B36 vann 3-1 móti Sumba, sum hevði stóran møguleika at javna, tá støðan var 2-1 til heimaliðið. Á Sandi var GÍ frammanfyri 4-0, men so fekk B71 tvey mál, og teir fingu eitt mál kolldømt, sum ivaleyst átti at verið góðkent.


Luft í botninum

Hóast sumbingar stóðu seg betri, enn roknað varð við í Gundadali, so duttu teir longri burtur frá strikuni, enn teir vóru frammanundan, og nú verður tað ikki nóg mikið hjá Sumba at vinna á VB í síðsta umfarinum fyri at fáa vágbingar afturum seg í stríðnum fyri at sleppa undan niðurflyting.

Fulgfirðingar hava verið mettir at vera illa fyri, men teir megnaðu javnleik móti NSÍ, sum so fegið vil vera við, har tað gongur fyri seg, og tað vil siga at spæla um rættin til altjóða fótbólt. Komandi sunnudag skal ÍF til Sumbiar, og úrslitið av tí dystinum verður sera avgerandi fyri, hvussu tað verður við beinleiðis niðurflytingini.