Komandi leygardag verður svomið um Nólsoyarfjørð. Lagt verður frá landi Yviri við Strond og svomið til Nólsoyar.
Ein av stigtakarunum til svimjingina, Erlendur Simonsen, sigur, at hetta er annað árið, skipað verður fyri hesum tiltaki.
Í fjør svumu 16 um fjørðin.
Erlendur Simonsen sigur, at tiltakið er stuðulstiltak fyri at samla pengar til svimjihylin, sum gjørdur verður í Nólsoy.
Skriv er sent ymsum fyritøkum í landinum við áheitan um peningaliga stuðul. Tað sama varð gjørt í fjør, og tá komu umleið 30.000 krónur inn.
Í ár verðu stevnan leygardagin 7. august, og tað verður so eisini tann dagin, svomið verður um Fjørðin.
Erlendur Simonsen sigur, at lagt verður frá landi Yviri við Strond, har sum radioamatørarnir halda til.
Farið verður avstað klokkan 13.oo, og fólk eiga at vera á staðnum í seinasta lagi klokkan 12.oo.
Lagt verður frá landi ein tíma undan vestfalskyrrindunum. Hetta er fyri at útnytta streymin til fulnar.
Ein »formansbátur« er við á ferðini. Hesin hevur til uppgávu alla tíðina at fylgja við, hvussu rákið er, og so vegleiða svimjarum og fylgi teira.
Tilmelding til svimjingina verður hjá Erlendi sjálvum á tlf:
31 06 44
ella hjá Anni Niclasen í Nólsoy, sum hevur tlf. nr.
32 71 18.
Erlendur Simonsen sigur, at tað er eitt krav, at ein bátur fylgir við hvørjum svimjara. Gott hevði tí verið, um lutakararnir sjálvir høvdu havt møguleika at fingið bát til vega.
Eisini er neyðugt at hava ein froskmannabúna, sigur Erlendur.
Tað eru ongar avmarkingar í luttøkuni. Tann, sum hug og áræði hevur, kann tekna til. Og tað er eingi skomm at gevast á fjørðinum, sigur Erlendur Simonsen.
Tað var Ove Joensen, sum fyrstur fór at tosa um svimjihylinum.
Hann doyði, sum kunnugt, stutt eftir.
Men »nolsinge kan man lide på«, sum tað stendur í Grindavísuni. So síðan Ove doyði, hava onnur roynt at ført ætlanina víðari.
Nú er komið so mikið áleiðis, sigur Erlendur Simonsen, at grivið er út, og farið er undir rørlegging og stoyping. Svimjihylurin fer at liggja við skúlan.