2. deild KÍ-FSV 0-3 (0-3)
Í fyrsta umfarinum var tað akkurát so FS Vágar á heimavølli vann trý stig móti KÍ. Úrslitið ta ferðina var 2-1. Leygardagin var vágaliðið í Klaksvík, og nú var sigurin hópin meiri sannførandi, og tá LÍF og TB, sum eru einastu kappingarneytarnir um uppflyting, meiri enn hálvsnávaðu, so bar 3-0 sigurin við sær, at FS Vágar styrkti heilt fitt um sína støðu í toppinum.
Klaksvíkingar hava góða manning hesa tíðina av árinum, og teir skuldu helst í juni og august skavað so mikið av stigum saman, at liðið ikki fer at koma í vanda fyri at flyta niður, men enn má næstbesta liðið hjá teimum metast at vera í niðurflytingarvanda ? saman við fýra øðrum liðum. Tað eru bara trý stig frá KÍ á sætta plássi og niður til EB/Streym, sum er aftast.
Sigurin var greiður, men heimaliðið var ongantíð rættuliga niðurspælt. Í 2. hálvleiki tóktust gestirnir nøgdir við støðuna, sum hon var, og tað gav KÍ onkrar møguleikar. Olgar Danielsen, sum hevur verið plágaður av knæskaða, tiltuskaði sær eitt brotsspark, men tá hann royndi úr ellivu metrum, megnaði Jóhan á Mýrini at bjarga til horna.
Vágaliðið fekk øll málini í 1. hálvleiki. Teir komu á odda, tá eitt korter var farið. Verjan hjá KÍ var frammarlaga, ein verjuspælari royndi at draga framvið mótstøðumanni, tað miseydnaðist, og so settu teir í FS Vágar ferð á í vinstru, Sonni Johansen tók móti innlegginum, Meinhardt Joensen, sum vardi KÍ málið, fór út ímóti og fekk hondina á skotið, men bólturin fór um strikuna.
Hjá FS Vágum var Hegga Samuelsen aftastur, og hann spældi væl. Hann hevur undan summarsteðginum spælt við B1908 í donsku 2. deild. Liðið flutti niður, men vágamaðurin tykist vera væl fyri.
Tá FS Vágar økti, var uppskriftin tann sama, sum tá teir fingu fyrra málið. Eftir at hava vunnið bóltin frá mótstøðumonnunum, settu teir ferð í vinstru, og Birgir Joensen átti síðsta fótin á, eftir tvær sendingar inni fyri málinum.
Tá støðan var 2-0 stútaði Jóhan Lützen, sum arbeiddi nógv í KÍ álopinum, á tvørtræið, bólturin fór upp í luftina og datt aftur á tvørtræið, áðrenn vandin var av.
Síðsta málið skoraði John Johansen. FS Vágar fangaði útspark frá KÍ málverjanum, teir gjørdu enn eina ferð skjótt av í vinstru, og John Johansen legði seg á odda á málskjúttaralistanum, eftir at Meinhardt Joensen enn eina ferð hevði hálvbjargað.
FS Vágar hevur bara tapt móti LÍF. Um gongdin verður tann sama, sum hon hevur verið higartil, so kann tað væl hugsast, at vágaliðið fer at hava vunnið sær sess í 1. deild, tá LÍF í næstsíðsta umfarinum fer í Vágarnar.