B71 kom ov seint úr summarfrí

Fótbóltur: Sasha var væl upplagdur, tá GÍ skoraði fýra mál seinnu helvt av 1. hálvleiki, og sandoyingar kendu seg snýttar, tá teir royndu at koma afturíaftur

1. deild B71-GÍ 2-5 (0-4)


Summarsteðgurin hjá GÍ var millum lítil og eingin, og síðstu vikuna undan ferðini til Sands spældu teir tríggjar venjingardystir ? tveir á stevnuni í Gøtu og ein á ólavsøku. Á Sandi hildu teir frí frá fótbólti í tríggjar vikur, og undan kappingarbyrjan eydnaðist tað ikki at fáa nakran venjingardyst.

At fyritreytirnar vóru ymiskar var sjón fyri søgn, tá liðini møttust á Sandi, har gøtumenn nógvu tey seinnu árini hava havt gott tak á. Í 1. hálvleiki vóru teir á heimaliðnum so at siga ikki innstillaðir uppá so stóra uppgávu. Gøtumenn vóru ágangandi og fyrri á bóltinum, og frá 24. og til 45. minutt eydnaðist teimum at skora fýra mál, og onkur teirra vóru framúr væl spæld.

Tá GÍ fekk fyrsta málið, var verjan hjá B71, har tilflytararnir Petur Ritter og Bjørn Thorsteinsson eru vorðnir stuðlar, ikki nóg ansin. Gøtumenn gjørdu skjótt av, tá teir lyftu fríspark út í høgru, har Henning Jarnskor var blankur, og hann gjørdi skjótt av og sendi innfyri til álopsfelagan Sasha, sum var púra blankur undir málinum og kundi stýra kúluni um strikuna.

Og níggju minuttir seinni undirstrikaði fremmandi álopsmaðurin hjá gøtumonnum, at tað er størri fongur í honum, enn tað ofta undan summarsteðginum, tá hann var nógv skaddur, sá út til at vera. Aftur hesa ferð var uppspælið í høgru, Magni Jarnskor legði innfyri, og Sasha hevði síðsta fótin á.

Umstøðurnar í Føroyum eru ikki sum í útlondum, har øll málini í øllum dystunum verða víst í sjónvarpinum. Tær umstøðurnar hava við sær, at tað ber til at velja besta málið í hvørjum umfarinum, at velja besta málið í hvørjum mánaði og at velja ársins mál. Hevði tað verið soleiðis í Føroyum, so er einki at ivast í, at málið, tá Pauli Jarnskor økti til 3-0. hevði verið evni til øll hesi heitini. Royndi miðvallarin var staddur meiri enn tjúgu metrar frá baklinjuni og heilt út í borðinum, tá hann smekkaði til. Bólturin skrúvaði alt longri frá málverjanum, sum gjørdi sítt besta, men ikki megnaði annað enn at síggja bóltin fara dygst undir handaru samankomingini.

Tá vóru tríggir minuttir eftir av fyrra umfarinum, og í síðsta minuttinum undan hvíldini var verjuspælið hjá B71 ikki nóg gott. Manngarðurin stóð væl, tá GÍ hevði fríspark, men sandoyingar ansaðu ikki, tá gøtumenn lyftu uppum manngarðin til Sasha, sum var púra leysur, tá hann heilfluktaði.


Byrjaðu av nýggjum

Seinna umfarið tóktist tað sum um sandoyingar høvdu avgjørt, at nú skuldu teir byrja av nýggjum og gloyma alt um summarfrítíðarfótbóltin. Í 1. hálvleiki var eitt mál kolldømt, sum ein gøtumaður gjørdi fyri teir (dómarin metti Eli Hentze vera rangstaddan, tá bólturin varð sendur innfyri). Tað var kanska í lagi, men teir harmaðust sera nógv um, at dómarin kolldømdi eitt mál, sum teir fingu beint eftir steðgin.

Sunvard Joensen brúkti hendurnar, tá ein av viðspælarunum spældi aftur til hansara, og tá bólturin varð trillaður til Iulian Florescu, sum saman við Eli Hentze og Rúna í Soylu var sera væl upplagdur í 2. hálvleiki, eydnaðist tað at senda bóltin innum allar gøtumenninar á málstrikuni og í málið. Men dómarin metti, at ein gøtumaður var farin ov tíðliga av strikuni og dømdi umspark. Sandoyingar harmaðust, at somu reglar, sum plaga at verða brúktar úti á vøllinum ? at síggja hvussu støðan tekur seg upp ? ikki vórðu nýttar.

Gøtumenn vóru týðuliga nøgdir við støðuna, sum hon var, og tað hevði við sær, at B71 kom meiri við í spælið, og teir spældu seg til einstakar møguleikar, men í báðum førunum, tá teir skoraðu mál, var talan um gávur frá GÍ.

Í fyrra førinum fangaði Rúni í Soylu ein tvørbólt í GÍ verjuni, og í seinna førinum kroysti hann aftasta mannin hjá GÍ og lyfti hegnisliga uppum málverjan.

Sigurin hjá GÍ kom ongantíð í vanda. B71 flutti fólkið langt fram, og tað bar eisini møguleikar fyri GÍ mótálopum við sær, og tveir minuttir undan leikloki gjørdi Henning Jarnskor nýtslu av einum sovornum møguleika.


B71: Waldemar Novicki ? Frankie Jensen, Bjørn Thorsteinsson, Páll á Reynatúgvu, Petur Ritter, Antines Magnussen ? Rúni í Soylu, Iulian Florescu, Kári Nielsen ? Eli Hentze, Jón Brekku

GÍ: Sunvard Joensen ? Rúni Justinussen, Bartal Eliasen, Jóan Petur Olsen, Poul Ennigarð, Súni Olsen ? Magni Jarnskor, Sámal Joensen, Pauli Jarnskor ? Henning Jarnskor, Alexander Radosavljevic