Mest skakandi fótbóltssøgan sunnudagin mundi vera, at føroyski landsliðsmálverjin, Jákup Mikkelsen, varð skaddur og noyddist miðskeiðis í 2. hálvleiki at taka seg úr stríðnum, tá felagið hjá honum, Herfølge, var í Aarhus, har teir spældu 1-1. Tað var mjødnin, sum plágaði, og sambært Jákupi Mikkelsen, so er talan um ein skaða, sum hann fekk, tá Herfølge var á ólavsøku.
Sum vera man so var Jákup Mikkelsen fegin um at koma til Føroyar at spæla, og hann var eisini stoltur at vísa liðfeløgunum føðilandið í fagrasta skrúði.
Flogfarið fleyg norðanfyri og inn yvir Klaksvík, Skálafjørðin og høvuðsstaðin, áðrenn tað setti seg á flogvøllinum í Vágum, og Herfølge hópurin fór beinleiðis av Oyragjógv og undir Vestmannabjørgini. Onkrir hvítnaðu eitt sindur frammaní, tí tað rundaði eitt lítið sindur í sjónum, men tá teir komu til Havnar, fóru allir spælararnir á Tórsvøll at venja, og tá var tað, at Jákup var óheppin:
? Í Herfølge plaga teir at siga, at eg verði skaddur hvørja ferð eg fari til Føroya at spæla við landsliðnum. Hesa ferð vóru teir allir við, men tað hjálpti ikki uppá tað, sum teir plaga at siga. Ólavsøkuaftan vandu vit á Tórsvølli, eg spældi úti, og tá kendi eg, at okkurt dragnaði í mjødnini. Tá vit spældu móti HB var eg sera ivasamur og hitaði leingi upp, men hetta batnaði, tá vit komu aftur til Danmarkar, og tá vit spældu móti AaB var alt í lagi. Men í Aarhus gjørdi skaðin um seg aftur, tað bar mær als ikki til at spæla í 2. hálvleiki, og eg bað um at verða útskiftur. Tann, sum kom í málið, er ein gamal málverji, sum nú hevur spælt í old boys, men hann hevur vant í eina tíð, tí eykamálverjin hjá okkum hevur verið skaddur.
Jákup Mikkelsen fekk mánadagin at vita, at hann hevur ein bløðing í lærkrikanum. Hann skal hava viðgerð alla hesa vikuna, og ivasamt er um hann kann spæla næsta vikuskiftið.
? Men eg vóni og rokni við, at hetta skjótt kemur aftur í rættlag. Vit skulu í vikuskiftinum spæla á heimavølli móti OB, og tá skal eg helst spæla við, sigur Jákup Mikkelsen, sum harvið roknar við, at hann verður tøkur, tá Allan Simonsen í komandi viku fer at taka spælararnar út, sum 18. august skulu spæla móti Íslandi á Tórsvølli.