Tveir bilar stoyttu saman við omankoyringina til Skála klokkan 11:15 í gjár.
Talan var um ein bil, sum kom úteftir, sum koyrdi út fyri tann bilin, sum kom inneftir. Talan var um eitt brot á víkiskylduna, sigur vaktleiðarin á politistøðin í Havn.
Báðir bilarnir fingu skað, men eingin fólkaskaði var. Trý fólk vóru í øðrum bilinum og tvey fólk í hinum.