Aron var stóri snillingurin

Men tað eydnaðist ikki Víkingi at vinna fulla úrtøku úr stóru yvirvágini ímóti EB/Streymi, sum hóast javnleikin í dag er undir strikuni, nú fyrsti triðingur er av

Tað var hendingarríkt, ferðmikið og sera spennandi, tá ið EB/Streymur í einasta dystinum klokkan 15 hevði vitjan av Víkingi.

 

Serliga í seinna hálvleiki var Víkingur nógv á bóltinum, men tað eydnaðist ikki at umseta yvirvágina til mál og sigur, og so endaði tað 1-1, sum eisini var støðan, tá ið tað var hálvleikt.

 

Við fínum stútara umvegis nærra stólpa og eftir horna úr høgru, sum Gutti Dahl-Olsen tók sær av, legði Búi Egilsson, sum í dag var ytstur á miðvøllinum í vinstru, EB/Streym á odda.

 

Hetta var í triðja minutti, og í 19. minutti javnaði Víkingur til 1-1. Málskjútti var Jákup Johansen, sum aftur í dag var fremsti víkingurin, meðan Jørgen Nielsen var framrættaður miðvallari. Kaj Leo í Bartalsstovu royndi seg við skoti, og støðan sá ikki vandamikil út, men málverjin var óheppin og misti bóltin, og so var Jákup Johansen á rætta staði og var málskjútti í landskappingini fyri aðru ferð í ár.

 

Eftir steðgin var tað framvegis ferðmikið, hendingarríkt og harvið undirhaldandi. Víkingarnir vóru meiri á bóltinum, og teir vunnu nógv hornaspørk, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið aftanfyri Jóannes Davidsen, sum var sannførandi, og saman við honum var miðverjin Laurits Nørby sera eyðsýndur.

 

Heilt stóra undirhaldinum eftir steðgin var Aron Benjaminsen hjá Víkingi meistari fyri. Hann var framúr við bóltinum. Ferð eftir ferð sneiddi hann skjótt og snilt framvið mótstøðumonnunum, og tað bar spentar støður við sær, og víkingarnir iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at umseta onkra av teimum til mál.

 

At tað alla tíðina var sera undirhaldandi og spennandi komst eisini av, at EB/Streymur bjóðaði av í álopspartinum og í einstøkum førum vann seg til góðar støður og onkran góðan málmøguleika.

 

At tað endaði 1-1 ber við sær, at Víkingur nú er á fimta plássi við 11 stigum. Tað er sama stigatal sum HB, ið hevur verri málmun, og sama stigatal sum AB, sum nú klokkan 17.15 spælir á Skála.

 

EB/Streymur hevur seks stig og  er eftir fyrsta triðing av kappingini undir niðurflytingarstrikuni.

 

 

 

EB/Streymur – Víkingur 1-1 (1-1)

 

1-0: Búi Egilsson

 

1-1: Jákup Johansen

 

Dómari: Leivur Zachariassen