Russar hava dripið í minsta lagi fýra fólk í nátt

Ein 12 ára gomul genta var millum tey, sun lótu lív í russiskum álopum á Ukraina í nátt

Í minsta lagi fýra fólk eru dripin í russiskum álopum á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv í nátt.

 

Millum tey dripnu er eitt nú ein 12 ára gomul genta, veit tíðindastovan AFP at siga í morgun.

 

Russisku álopini í nátt vóru millum tey harðastu, síðan Russland leyp á grannalandið fyri hálum fjórða ári síðan.

Undir russisku álopunum í nátt vóru bæði pólsk flogfør og flogfør hjá sameindum í Nato á flogi.

 

Reuters veit at siga, at loftávaringar vóru um alt Ukraina í nátt.