Johanna úr Vági á heimsins størstu stevnu fyri seglskip

?Ein partur av stevnuni verður í Hetlandi og har fer Johanna at ?hitta? útvið 70 seglskip úr øllum heiminum. Hetta verða lívligir dagar í hetlendska høvuðsstaðnum, tí roknað verður við einum 15.000 gestum um dagin

Nú fer Johanna aftur á ferð.

Men hendan ferðin verður nakað heilt serligt í søguni hjá teirri gomlu vágssluppini.

Tí á hesi ferðini fær hon høvi at ?hitta? eina ørgrynnu av øðrum seglskipum úr nógvum av heimsins londum.

? Talan er nevniliga um, at Johanna fer til Hetlands at vísa føroyska flaggið á heimsins størstu stevnu fyri seglskip.

Talan er um stevnuna ?Cutty Sark Tall Ships? Races?, sum í ár gongur um Hetland.

Hetta er ein stór, kappsiglingarstevna, sum hevur verið regluliga síðani mitt í fimtiárunum.

Hesuferð verða seglini sett í St Malo við Ermarsund í Fraklandi. Siglt verður upp framvið vesturstrond Bretlands, upp til Greenock í Skotlandi. Haðani verður siglt norður um Skotland til Lerwick í Hetlandi og loksins haðani til Ålborg í Danmark, har stevnan endan.

Johann fer ikki at vera við í sjálvari kappsiglingini, sum longu er byrjað.

Men ætlanin er at fara til Hetlands at ?hitta? øll hini seglskipini.

Tað er ikki ofta, at stevnuskipini koma so nær Føroyum og tí hildu vágbingar, at tað kundi verið ein stuttleiki at víst teimum Johonnu eisini.

Vágbingar vóru eisini á eini minni stevnu í Hetlandi í fjør, og tá vóru teir bodnir at koma til hesa stevnuna eisini at vísa Johonnu fram.

Og tað kundi væl hent seg, at tað verður meiri at vísa fram enn ein skuldi trúð. Tí Johanna varð smíðað í 1884 og tey eru mong sum halda, at hon er elsta seglskip í heiminum.

Og tað er m.a. tað, sum vágbingar ætla at fáa meiri at vita um á hetlandsferðini.


Nakað heilt fyri seg

Hendan kappsiglingin sigst verða nakað heilt fyri seg.

Tað var ein sakførari í London sum fekk hugskotið til hana í fimtiárinum. Endamálið við stevnuni var at savna tey seinastu av teimum søguríku seglskipunum í ein flota.

Hendan fyrsta stevnan fekk so ovurhonds undirtøku at hon bleiv beinanvegin eitt afturvendandi tiltak.

Í fyrstuni varð skipað fyri eini slíkari stevnu minst annaðhvørt ár. Men áhugin hevur síðani vundið so nógv uppá seg, at nú er minst ein stevna um árið.

Umframt at savna heimsins seglskip, er eisini eitt endamál at geva ungdómi úr øllum heiminum møguleika at kappast til sjós undir segli.

Tí er tað ein treyt, at minst helvtin av manningini á skipunum í kappingini skulu verða ungdómar ímillum 15 og 25 ár.

Og tað sæst eisini aftur í luttakaralistanum yvir skipini, tí fleiri skúlaskip eru við, eitt nú bæði Georg Stage og Danmark.

Annars eru 68 skip við í siglingini hesuferð og tey koma úr øllum møguligum londum, eitt nú ymsum norðurlondum, ymsum eysturevropiskum londum, Stóra Bretlandi, Meksiko, Avstralia.

Øll skip kunnu verða við í kappingini, bara tey eru yvir 30 føtur.

Og skipini, sum eru við í kappingini eru í øllum støddum.

Tað minsta skipið er tað gott 11 metrar langa Sofia úr Russlandi og tað størsta er tað 113 metra langa Kruzenshtern, sum eisini er russiskt.

So ólík skip kunnu ikki kappast á jøvnum føti, men úrslitini verða roknað út eftir eini fløktari skipan, so at rætti vinnarin verður funnin.


Í eina viku

Johanna fer úr Vági leygardagin og teir verða burtur eina viku.

Seglskipini koma til Hetlands mánadagin 9. august og tey fara víðari til Ålborg hósdagin 12. august.

? Og hetta verða rættir veitsludagar í Hetlandi, tí roknað verður við 15.000 gestum um dagin at hyggja eftir skipunum. Samsundis verður skipað fyri einum hópi av tiltøkum hvønn dag.

Einir 18 mans vera við Johonnu hendan túrin, men enn er hon ikki heilt fullmannað.

Og kennist nakar við navnið ?Cutty Sark Tall Ships´ Races? so er tað rætt: Tað er nevniliga navnframa Whisky bryggjaríið Cutty Sark, sum stuðlar tiltakinum fíggjarliga.