ætlanin at taka burtur ein part av grótgarðinum, sum nú er har og eisini ein part av vøkstrinum, sum er í garðinum. Í staðin er ætlanin at leggja flísar á alt økið og at innrætta økið soleiðis, at tað verður [...] Norðoya Sparikassi fer nú at fríðka kring høvuðsdeildina, sum er dygst eystanfyri Ósánna í Klaksvík. Á heimasíðuni, ns.fo verður sagt, at fyrsta stigið er eitt torg, sum ætlanin er skal vera norðanfyri [...] verður møguleiki at vitja økið og at seta seg niður. Sambært myndini verður inn- og útkoyringin á Ósáveg, sum er síðugøta suður úr Biskupsstøðgøtu og vestanfyri sparikassan, skipað øðrvísi, enn hon nú er
vóru við at rena á hann. Løgreglan royndi at fáa fatur á eigaranum, men til fánýtis og tí varð flutningsbilur boðsendur at fáa uppsteðgaða bilin burtur. Løgreglan sigur, at tað er ikki ókent, at bilar steðga [...] løgregluna og boðaðu frá, at ein bilur stóð parkeraður mitt á vegnum á veg ímillum Havnina og Kirkjubø. Tað var bæði myrkt og tætt í mjørka, og bilar, sum komu framvið, mettu, at bilurin var til stóran vanda [...] og so verða teir bara settir, har teir steðga, um tað so er mitt á vegnum. Men tað sigur seg sjálvt, at tað er rættiliga óheppið, tí tað er til stóran vanda fyri ferðsluna.
mentamálum, Rigmor Dam, segði, at tað kann gott vera, at ávís viðurskifti í kringvarpinum skulu broytast, men hon kundi í hvussu er veita vissu fyri, at nú verður farið undir at gera nýggjan public service [...] service sáttmála. Hon vísti tó fyrst og fremst á, at hetta er eitt uppskot um, hvussu Kringvarpið skal fíggjast. Nú verður tað so,, at bert fólk, sum eru yvir 24 ár og undir 67 ár, sum skulu gjalda fult kri [...] mugu vit gera nýggjan public service sáttmála. Harumframt kann eg enn eianferð afturat boða frá, at eg ætli at biðja um eitt aðalorðaskifti um Kringvarpið, segði Rigmor Dam.
vendi sær til Føroya Tele og gjørdi vart við, at Ver Ung lýsingarnar ikki nevndu nóg greitt, at treytin fyri at kunna tekna umrødda telefonhaldið, var, at haldið varð knýtt til eitt verandi hald hjá Føroya [...] ingslógin setur forboð fyri at halda týðandi upplýsingum aftur í lýsingum, so talan var helst um brot á lógina. Tað skrivar Brúkaraumboðið í tíðindaskrivi í dag, aftaná at Føroya Tele mátti broyta teirra [...] útvarpi í umleið eina viku í august. Brúkaraumboðið skrivar, at filmarnir nú eru rættaðir, so teir lúka treytirnar í marknaðarføringslógini, og at tað varð gjørt í góðum samstarvi við Føroya Tele.
og nógv frættist um, at italiumaðurin Carlo Ancelotti fer at yvirtaka venjarasessin í United, í seinasta lagi komandi summar. Enska blaðið "Daily Star" skrivar, at orsøkin til, at leiðslan í Manchester [...] Manchester United ætlar at seta Carlo Ancelotti í starvið er, at hann kann lokka Cristiano Ronaldo aftur til Manchester United. Ronaldo vísti seg frá sínari allarbestu síðu, tá Ancelotti var venjari hjá Real Madrid [...] tað sambært Daily Star ætlanin hjá Manchester United at seta Ancelotti í starv fyrst, og so fara eftir Cristiano Ronaldo. Cristiano Ronaldo sigst ikki at trívast so væl í Real Madrid undir Rafa Benitez.
Føroya tikið avgerð um at avlýsa ferðina. Orsøkin er, at tað er vandi fyri yvirgangi í býnum. Á ferðini skuldi føroyska ferðalagið vitja belgiska fótbóltssambandið og fótbóltsfeløg fyri at fáa sær íblástur til [...] fótbóltsleikarum, men eftir at Brussel er vorðin miðdepil fyri yvirgangi eftir yvirgangsatsóknirnar í París, varð avgerð tikin um at sláa av. Fótbóltssamband Føroya upplýsir fyri in.fo, at føroyska ferðalagið [...] eftir ætlan skuldi avstað hósmorgunin, og at endaliga avgerðin um at avlýsa varð tikin dagin fyri. Belgisku fyriskipararnir søgdu seg skilja umstøðurnar og virdu avgerðina hjá føroyingunum.
Danska stjórnin hevur í morgun boðað frá, at hon hevur avgerðina um at leingja um fyribils marknaeftirlitið til Týsklands, ið varð sett í verk 4. januar. Ætlanin er at leingja um eftirlitið við tjúgu døgum [...] útlendingamálum, Inger Støjberg, so er avgerðin tikin, fyri at forða flóttafólkum til Danmarkar. - Grundgevingin fyri avgerðina, er at vandi enn er fyri, at nógv ólóglig flóttafólk hópa seg upp í Danmark, skrivar [...] vi. Danmark Radio skrivar, at umleið 200 løgreglufólk ganga upp á skift á varðhaldi við týska markið, og gera stikkroyndir. Higartil hevur marknaeftirlitið ført við sær, at umleið 200 fólk eru burturvíst
hevur verið at hoyrt, at upprunamanningin í Guns N Roses í næstn finnur saman aftur. Og Gaffa.dk veit at siga, at síðan Consequence Of Sound skal hava fingið hesi tíðindi váttað. Høvið er, at bólkurin fer [...] Ætlanir hava verið um at hava evropiska útgávu av festivalinum í París, og um so verður, so hava fólk á okkara leiðum kanska møguleika at hoyra Guns Nð Roses. Tað eru 25 ár síðani at upprunamanningin við
Fuglafirði, og neyðugt hevur verið at bíðað eftir landingartørni. Tróndur í Gøtu, sum kom fullfermdur næst síðstu nátt, noyddist at bíða eftir, at Slættaberg varð liðugur at landa. Beint fyri midnátt í gjárkvøldið [...] kom Finnur Fríði við stívliga 2200 tonsum, og teir noyddust at bíða, til Tróndur í Gøtu varð liðugur at landa. Tá Finnur Fríði er liðugur at landa, er tað Tummas T, sum eigur landingartørn í Fuglafirði [...] henda túrin hevur verið ringt, og fiskiskapurin hevur verið heldur smáligur. Tað veit Varðin í Gøtu at siga, og tað er eisini reiðaríið, sum eigur viðheftu mynd av Finni Fríða.
ikki at geva Jógvan Skorheim, borgarstjóra, loyvi at røkja bæði borgarstjórasessin og tingsessin. Tað er greitt eftir at eykabýráðsfundurin var liðugur, har borgarstjórin hevði heitt á býráðið um at geva [...] lógini, so at hann kundi røkja báðar sessirnar aftaná hann varð valdur á ting 1. september. Átta býráðslimir atkvøddu móti umbønini, meðan tríggir atkvøddu fyri. Harvið er eisini greitt, at býráðsmeirilutin [...] í Almannaráðnum, ið umsitur kommunumál, upplýsti fyrr í dag fyri in.fo, at borgarstjórin harvið má velja millum, um hann ynskir at halda fram sum borgarstjóri ella taka við sessinum sum tingmaður.