Danmark: Leingja um marknaeftirlitið

Danska stjórnin hevur avgjørt at leingja fyribils marknaeftirlitið til Týsklands við tjúgu døgum.

Danska stjórnin hevur í morgun boðað frá, at hon hevur avgerðina um at leingja um fyribils marknaeftirlitið til Týsklands, ið varð sett í verk 4. januar. Ætlanin er at leingja um eftirlitið við tjúgu døgum. Tað skrivar Danmark Radio.


Sambært donsku ráðharrafrúuni í útlendingamálum, Inger Støjberg, so er avgerðin tikin, fyri at forða flóttafólkum til Danmarkar.


- Grundgevingin fyri avgerðina, er at vandi enn er fyri, at nógv ólóglig flóttafólk hópa seg upp í Danmark, skrivar Støjberg í tíðindaskrivi.


Danmark Radio skrivar, at umleið 200 løgreglufólk ganga upp á skift á varðhaldi við týska markið, og gera stikkroyndir. Higartil hevur marknaeftirlitið ført við sær, at umleið 200 fólk eru burturvíst við markið.