Jógvan Skorheim má velja starv

Tvinnir eru kostirnir: Løgtingsmaður ella borgarstjóri.

Meirilutin í Klaksvíkar býraði avgjørdi í kvøld ikki at geva Jógvan Skorheim, borgarstjóra, loyvi at røkja bæði borgarstjórasessin og tingsessin.


Tað er greitt eftir at eykabýráðsfundurin var liðugur, har borgarstjórin hevði heitt á býráðið um at geva honum frávik frá kommunustýrislógini, so at hann kundi røkja báðar sessirnar aftaná hann varð valdur á ting 1. september.


Átta býráðslimir atkvøddu móti umbønini, meðan tríggir atkvøddu fyri. Harvið er eisini greitt, at býráðsmeirilutin ikki stóð saman um ynski hjá teirra egna borgarstjóra.


Hilmar Høgenni, deildarleiðari í Almannaráðnum, ið umsitur kommunumál, upplýsti fyrr í dag fyri in.fo, at borgarstjórin harvið má velja millum, um hann ynskir at halda fram sum borgarstjóri ella taka við sessinum sum tingmaður.