Tunnil til Suðuroyar verður úr Djúpadali

Ætlanin um Suðuroyartunnilin er ikki broyt. Tunnilin skal gerast úr Djúpadali við Sarvanes

Tað sæst í uppskotinum, sum varð lagt fyri Løgtingið í dag. Har verður sagt, at politisk semja er um at halda fram við verkætlanini Suðuroyartunnil við tilhoyrandi tunnils- og vegakervum. Ein politiskur fylgibólkur við umboðum úr øllum flokkum á Løgtingi hevur fylgt allari tilgongdini, síðan lógaruppskotið um at fyrireika Suðuroyartunnil byrjaði.

 

Semja er í politiska fylgibólkinum um at halda fast í linjuføringini, sum P/F Suðuroyartunnilin upprunaliga hevur mælt til millum Sandvík og Djúpadal, og at ein atkomutunnil skal gerast til Skúvoyar.

 

Harumframt leggur løgmaður dent á, at tíðin er búgvin til, at Løgtingið tekur støðu til tvinni viðurskifti:

 

1. Skal Suðuroyartunnil við tilhoyrandi tunnils- og vegakervum fyrireikast,

 

prosjekterast og bjóðast út?

 

2. Skal tað framvegis vera P/F Suðuroyartunnil, sum hevur royndir frá væl eydnaðu verkætlanunum við Eysturoyar- og Sandoyartunlunum, sum er byggiharri og skal standa fyri fyrireikingararbeiðinum, prosjekteringini og útboðnum av verkætlanini?

 

Lógaruppskotið snýr seg um at fyrireika, prosjektera og bjóða út ein Suðuroyartunnil við tilhoyrandi tunnils- og vegakervum.

 

Talan er um eina verkætlan í tveimum pørtum og skal harvið samtykkjast í Løgtinginum tvær ferðir.

 

Fyrri parturin snýr seg um at fyrireika, prosjektera og bjóða út, og harvið koma fram til ein

 

neyvari kostnað. Tað er hetta lógaruppskotið, ið nú er lagt fyri Løgtingið.

 

Tá fyrri partur er liðugur, skal Løgtingið aftur taka støðu til nýggju upplýsingarnar, og nýtt uppskot um at fremja verkætlanina og byggja undirsjóvartunnil verður lagt fyri Løgtingið.

 

Uppskotið kann lesast her