Jóhan var toppskjútti í tapi á útivølli - Liðið hjá Vilhelmi vann á heimavølli

Dystir vóru leiktir í EHF European League í kvøld

Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus er í harðari kapprenning um fyrsta plássið í millumbólki 2 í EHF European League.

 

Í kvøld tapti Skanderborg-Aarhus greitt á útivølli 24-31 (14-16) fyri norska liðnum, Elverum.

 

Tað gekk tó framúr væl hjá Jóhan, ið var toppskjútti hjá Skanderborg-Aarhus við níggju málum.

 

Elverum, Skanderborg-Aarhus og Porto hava øll seks stig fyri fimm dystir. Í seinasta umfarinum komandi týskvøld hevur Skanderborg-Aarhus dyst á heimavølli móti Porto. 

 

Liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf hevur tryggjað sær fyrsta plássið í millumbólki 4.

 

Hannover-Burgdorf vann í kvøld á heimavølli 31-27 (15-15) á sveisiska liðnum, Kadetten Schaffenhausen.

 

Hannover-Burgdorf er fremst í bólkinum við átta stigum fyri fimm dystir. Fredericia, Nexe og Kadetten Schaffenhausen hava fýra stig hvør, og kunnu ikki røkka fyrsta plássinum. 

 

Komandi týskvøld spælir Hannover-Burgdorf seinasta dystin í bólkinum á útivølli móti Nexe í Kroatia.

 

THW Kiel vann uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu 27-20 (11-8) á spanska liðnum, Bidasoa Irun í Kiel. 

 

Kiel hevur fult stigatal í bólki 1, 10 stig fyri fimm dystir, og teir eru staðfestir vinnarar av bólkinum. 

 

Kiel endar hetta bólkaspælið komandi týskvøld við prestisjufullari grannauppgerð á heimavølli móti Flensburg-Handewitt.