Metsølulistin hjá Rit & Rák er nú dagførdur.
Svørt Orkidé hjá Vónbjørt Vang liggur greitt ovast á metsølulistanum, men annars vinna yrkisbøkurnar á skaldskapinum, verður sagt í tíðindaskrivi.
Av teimum umleið 160 bókunum, sum eru komnar út á føroyskum higartil í ár, eru 48 yrkisbøkur, 42 skaldskapur og 70 barnabøkur.
Vit kunnu enn einaferð staðfesta, at okkum dáma at lesa um føroyska søgu og føroyingar yvurhøvur. Seks av trimun tíggju bókunum á metsølulistanum eru slíkar. Ovast av hesum er bókin um Toda, og harumframt eru tvær um sjólívið.
Matbøkur eiga eisini vanliga pláss á listanum, og í ár er einki undantak. Tær báðar eru Tað, sum eftir er, og Søtt & salt.
Bókin um Føroysk mineral og grótsløg er ein sum skilir seg burturúr, men hetta er eisini ein sera snøgg og hent handbók.
Vit kunnu sum Kári P eisini spyrja Um mest merkir best, ella barasta flest. Allur listin sæst á ritograk.fo, og har finnur tú eisini allar hinar bøkurnar, sum eru komnar út í ár.
Eisini ber til at síggja hvørjar barnabøkur, danskar og enskar bøkur selja best. Metsølulistarnir eru dagførdir mikudagin tann10.desember og verða dagførdir aftur um eina viku.










