19. juli komandi ár verður HM-finalan í fótbólti hjá monnum. Finalan verður leikt á MetLife leikvøllinum í East Rutherford í New Jersey. Leikvøllurin hevur pláss fyri 82.500 áskoðarum.
Tað verður svínadýrt at ogna sær atgongumerkið til HM-finaluna.
BBC hevur fingið uppsporað, at kostnaðurin fyri eitt atgongumerkið til HM-finaluna á MetLife leikvøllinum fer at kosta heili 26.600 krónur í okkara peningi.
BBC skrivar, at altjóða fótbóltssamgongan, FIFA hevur boðað teirra limalondum frá risastóra kostnaðinum.
Tey bíligastu atgongumerkini til onkrar av innleiðandi dystunum í bólkaspælinum fara at kosta 3.800 krónur í okkara peningi.
Sambært BBC hevur fjepparafelagsskapurin, Football Supporters Europa mótmælt harðliga, at atgongumerkjaprísirnir til HM í fótbólti eru so ovurhonds dýrir. Men tað er sera ivasamt um FIFA fer at slaka viðvíkjandi høgu prísleguni.










