Avlýstu ferð av ótta fyri yvirgangi

Føroyskir venjarar skuldu eftir ætlan verið á námsferð í Belgia um vikuskiftið.

Eftir ætlan skuldu føroyskir ungdómsvenjarar og instruktørar á námsferð til Brussel hetta vikuskiftið, sum júst er farið um bak, men av trygdarávum hevur Fótbóltssamband Føroya tikið avgerð um at avlýsa ferðina. Orsøkin er, at tað er vandi fyri yvirgangi í býnum.


Á ferðini skuldi føroyska ferðalagið vitja belgiska fótbóltssambandið og fótbóltsfeløg fyri at fáa sær íblástur til menning av fótbóltsleikarum, men eftir at Brussel er vorðin miðdepil fyri yvirgangi eftir yvirgangsatsóknirnar í París, varð avgerð tikin um at sláa av.


Fótbóltssamband Føroya upplýsir fyri in.fo, at føroyska ferðalagið eftir ætlan skuldi avstað hósmorgunin, og at endaliga avgerðin um at avlýsa varð tikin dagin fyri. Belgisku fyriskipararnir søgdu seg skilja umstøðurnar og virdu avgerðina hjá føroyingunum.