Brúkaraumboðið rættar Føroya Tele

Talan var helst um brot á lógina, sambært Brúkaraumboðnum.

- Marknaðarføringslógin setur forboð fyri at halda týðandi upplýsingum aftur í lýsingum, so talan var helst um brot á lógina.


Tað skrivar Brúkaraumboðið í tíðindaskrivi í dag, aftaná at Føroya Tele mátti broyta teirra Ver Ung lýsingar.


Brúkaraumboðið vendi sær til Føroya Tele og gjørdi vart við, at Ver Ung lýsingarnar ikki nevndu nóg greitt, at treytin fyri at kunna tekna umrødda telefonhaldið, var, at haldið varð knýtt til eitt verandi hald hjá Føroya Tele.


Lýsingar vóru sendar í sjónvarpi og útvarpi í umleið eina viku í august.


Brúkaraumboðið skrivar, at filmarnir nú eru rættaðir, so teir lúka treytirnar í marknaðarføringslógini, og at tað varð gjørt í góðum samstarvi við Føroya Tele.