Fríðka kring sparikassan

Norðoya Sparikassi fer nú at gera nýtt torg á økinum norðanfyri høvuðsdeildina

Norðoya Sparikassi fer nú at fríðka kring høvuðsdeildina, sum er dygst eystanfyri Ósánna í Klaksvík.

Á heimasíðuni, ns.fo verður sagt, at fyrsta stigið er eitt torg, sum ætlanin er skal vera norðanfyri bygningin norður ímóti Biskupsstøðgøtu, har næsti granni norðanfyri er samkomuhúsið Betesda.

 

Sambært myndini er ætlanin at taka burtur ein part av grótgarðinum, sum nú er har og eisini ein part av vøkstrinum, sum er í garðinum. Í staðin er ætlanin at leggja flísar á alt økið og at innrætta økið soleiðis, at tað verður møguleiki at vitja økið og at seta seg niður.

Sambært myndini verður inn- og útkoyringin á Ósáveg, sum er síðugøta suður úr Biskupsstøðgøtu og vestanfyri sparikassan, skipað øðrvísi, enn hon nú er.