Ancelotti skal fáa Ronaldo aftur til Manchester

Enskt blað skrivar at orsøkin til, at Manchester United fer eftir Carlo Ancelotti er fyri at fáa Ronaldo heim

Tað gongur alt annað enn væl hjá høvuðsvenjaranum hjá Manchester United, Louis van Gaal, og nógv frættist um, at italiumaðurin Carlo Ancelotti fer at yvirtaka venjarasessin í United, í seinasta lagi komandi summar.

 

Enska blaðið "Daily Star" skrivar, at orsøkin til, at leiðslan í Manchester United ætlar at seta Carlo Ancelotti í starvið er, at hann kann lokka Cristiano Ronaldo aftur til Manchester United. Ronaldo vísti seg frá sínari allarbestu síðu, tá Ancelotti var venjari hjá Real Madrid, og tí er tað sambært Daily Star ætlanin hjá Manchester United at seta Ancelotti í starv fyrst, og so fara eftir Cristiano Ronaldo. 

 

Cristiano Ronaldo sigst ikki at trívast so væl í Real Madrid undir Rafa Benitez.