Hesa vikuna hava fleiri svartkjaftaskip landað í Fuglafirði, og neyðugt hevur verið at bíðað eftir landingartørni.
Tróndur í Gøtu, sum kom fullfermdur næst síðstu nátt, noyddist at bíða eftir, at Slættaberg varð liðugur at landa.
Beint fyri midnátt í gjárkvøldið kom Finnur Fríði við stívliga 2200 tonsum, og teir noyddust at bíða, til Tróndur í Gøtu varð liðugur at landa.
Tá Finnur Fríði er liðugur at landa, er tað Tummas T, sum eigur landingartørn í Fuglafirði.
- Finnur Fríði fór út fyri lítlari viku síðan. Veðrið henda túrin hevur verið ringt, og fiskiskapurin hevur verið heldur smáligur.
Tað veit Varðin í Gøtu at siga, og tað er eisini reiðaríið, sum eigur viðheftu mynd av Finni Fríða.










