Guns N' Roses saman aftur

Nú sigst vera satt, at Guns N' Roses finna saman aftur.

Longi hevur verið at hoyrt, at upprunamanningin í Guns N Roses í næstn finnur saman aftur.

 

 Og Gaffa.dk  veit at siga, at síðan  Consequence Of Sound skal hava fingið hesi tíðindi váttað.

 

Høvið er, at bólkurin fer á pall á amerikanska festivalinum Coachella í 2016. Ætlanir hava verið um at hava evropiska útgávu av festivalinum í París, og um so verður, so hava fólk á okkara leiðum kanska møguleika at hoyra Guns Nð Roses.

 

Tað eru 25 ár síðani at upprunamanningin við Slash, Axl Rose, Duff McKagan, Izzy Stradlin og Steven Adler seinast vóru á palli samann. Og 22 ár eru síðani  Axl Rose, Slash og Duff McKagan seinast spældu alment saman.