einki er at ivast í, at tær eru spentar til hesa upplivingina. Herfyri hittu vit eina av Barbaru og fingu eitt stutt prát um ætlanir hennara, og hon dylir ikki fyri, at tað er við stórum spenningi, at hon so [...] seg sjálvt, at tá slíkir venjarar eru, so fært tú meira burturúr. Bara tað at teir eru har, gevur tær íblástur, og hetta er nakað, sum eg gleði meg ógvuliga nógv til. Víðari sigur Barbara, at hon og Harriet [...] summar, og tó at hetta tá ikki var heilt soleiðis, sum tað verður í heyst, so fekk hon alt fyri eitt hug til meira. - Tú kendi alt fyri eitt, at støðið her er rættiliga høgt, og eg ivist ikki í, at vit koma
stovnar, eisini ofta nýta høvi at koma at vitja. Í fremstu røð - Tað er í grundini als ikki so langt síðani, at tey brekaðu vórðu send av landinum, tí vit onki høvdu at bjóða teimum herheima, segði Jona [...] skuldu setast, komu 150 umsóknir inn. So eg var so heppin at vera við til at velja tey allarbestu út, og tað er ikki minst teimum fyri at takka, at heimið hevur ment seg so nógv hesi árini, segði Jóna. - [...] til Havnar at vera, tí har vóru tey einastu tilboðini til tey í Føroyum. Í so máta er eitt stað, sum Dáin, onki minni enn ein kollvelting, við tað at tey, sum eru fødd í Norðoyggjum, sleppa at verða verðandi
gangi eg út frá, at hondbóltskvinnur okkara úr eystureuropa framhaldandi vera at síggja á Stjørnuliðnum næsta ár, sigur Gestur Hovgaard. Formaðurin og samfelagsfrøðingurin heldur at enda, at landsstýrið við [...] Hagstovu Føroya, at 1256 føroyingar eru arbeiðsleysir, og arbeiðsloysi hevur seinastu mánaðirnar verið í vøkstri. Høvuðsgrundgeving landsstýrisins fyri avgerðini hevur verið, at tað er skeivt, at útlendingar [...] tá semja var um í landsstýrinum, at feløgini skulu gjalda minst 60% av lønini hjá útlendsku ítróttafólkunum. Ein fíggjarlig byra, mong feløg ongan møguleika hava at bera. Útlendsk ítróttarmegi er vorðin
fyri ikki at siga skemtiligt, at lesa grein hjá Jákup Sverra Kass, hann hevur í bløðunum 09/12/ 2004. Við yvirskriftini »Sjálvstýriskyndilin má ikki slókna« - vil Jákup Sverri verða við, at Sjálvstýri [...] mugu fylgjast at, tað skuldi tú skrivað tær aftan fyri oyra. Brendar brýr Jákup Sverri vil staðfesta, at einki pláss verður fyri Tjóðveldisflokkinum í einum komandi landsstýri, og: »Við at brenna brýr byggja [...] sflokkurin er trygdin fyri, at sjálvstýristilgongdin heldur fram. Nú veit eg ikki, hvussu tú hevur fylgt við í politisku gongdini, men øll vita, at Sjálvstýrisflokkurin við Kára P. Højgaard á odda, tíðliga
Felagið, Contrace AS, fer eisini at ala krabba, samstundis sum tey fara at virka veiddan krabba. - Vit hava loyvi at ala eina miljón yngul, men í byrjanini miðja vit eftir at ala 200.000 yngul, sigur hann [...] lands: Men trupulleikin var, at krabbin misti so nógv bein undir framleiðsluni. Tá ið bein detta av, fellir prísurin, og tá er skjótt, at ov lítið fæst fyri vøruna til tess, at vinnan kann vera lønandi. Í [...] yvir, at hetta er ein stór og avbjóðandi verkætlan, sum neyvan verður uttan trupulleikar. Hetta er eitt óroynt øki, bæði hvat viðvíkur tøkni og menning av fóðuri. Hans Nordgaard sigur at enda, at verkætlanin
eftir ferð á, at hann ynskir at broyta ta kós, ið undanfarna samgongan hevði sett. Men ynskja føroyingar hetta? Er ikki ynskiligt at halda áfram við at menna føroyska vælferðarsamfelagið, at betra um karmarnar [...] aftur fara at leggja seg er møguleiki fyri at náa í egna havn - um føroyingar ynskja hetta. Hetta vísir, at tey, ið staðið hava við ábyrgdini av føroysku skútini seinastu árini, hava megnað at gjørt hana [...] karmarnar hjá vinnulívinum, at fremja ein tryggan búskap, at fremja greiðan skilnað millum alment og privat og harvið forða skaðandi studningspolitikki, og at halda áfram á sjálvbjargniskós ? Sambandsflokkurin
Pætur er liðugur at syngja sín sang, kemur omman stunandi inn í veistluhølið. Hon leggur í vaði at spæla rokk, og enn meira lív kemur í. Trølla Pætur roynir at sissa ommuna og sigur, at hesi fólkini helst [...] avbera væl. Hon sigur, at tað hevur verið sera stuttligt at skipa fyri hesum, men at tað hevði ikki borið til uttan hjálp frá øllum starvsfólkunum á verkstaðnum. ? Tað er so hugaligt at gera slíkt, tá tøkkin [...] komin niður á jørðina aftur eftir, at trøllini bæði eru farin, tekur Annika Hansen, sum hevur skipað fyri jólaborðhaldinum, mikrofonina. Hon sigur, at stundin er komin til at handa mandlugávurnar. Tá tær eru
stuttligi flokkurin at stilla upp í fleiri valdømum, so hann fær møguleikan at fáa lut í eykavaldum? ? Eg fari at stilla upp allastaðni. Eg ætlaði at gera eina finessu, so eg sjálvur slapp at stilla upp allastaðni [...] Flokkurin at stilla upp til løgtingsvalið 20. januar. Tað hevði borið Jóhan í Kollafirði til at stilla upp einsamallur í einum valdømi uttanflokka. So hevði hann sloppið undan øllum stríðnum at savna atkvøður [...] men kjansurin at sloppið inn hevði verið lítil. Hví stillaði tú ikki bara upp uttanflokka? ? Heilt erligt, so var tað ein, sum hevði skil fyri tí, sum segði, at tað var nógv sterkari at stilla upp við
Úrtøkan hevur ikki verið nóg góð í álopsspælinum. Eg vóni ikki, at hetta fer at ávirka sjálvsálitið hjá liðnum, tí eg haldi, at vit eiga at vera nóg góðir til væl betri støðu, enn vit í løtuni eru í, sigur [...] var førur fyri at spæla. Tað var eg ikki, og so vardi hin málverjin málið. Men venjarin lat meg vita, at hann framvegis metti meg sum fyrsta valið, sigur Jákup Mikkelsen. Hann er um at koma fyri seg eftir [...] málið hjá Partick Thistle at standa. Hann hevur verið niðurgjørdur sum vánaligur málverji, og tað hevur verið spurt og fregnast eftir, nær Kenny Arthur aftur fór at koma í málið at standa. Hetta hevur ikki
umstøðum átti at borið sigur við sær. Men taðð gjørdi hon tó ikki. Kyndil gjørdi í eini seinastu roynd at venda dystin av, at mansverja báðar teir útlendsku leikararnar hjá KÍF, og tó at plássið at spæla soleiðis [...] nakað, sum liðið kann taka læruna av, soleiðis at somu mistøk ikki verða framd einaferð afturat. Megna teir tað, so er einki at ivast í, at KÍF eisini fer at teljast millum tey sterkaru liðini í endaspælinum [...] Kyndil trý mál á rað, og tó at teir helst høvdu ætlað sær sigurin, so mundi tað kennast sum ein stórur lætti, at teir hóast alt fingu nakað burturúr. Sum so kann eisini væl vera, at javnleikurin í veruleikanum