ÚTISETI Í SKOTLANDI
Jákup Mikkelsen heldur seg onga orsøk hava at ivast í, at hann framvegis er fyrsta valið millum stólparnar hjá Partick Thistle. Tað ger hann, sjálvt um kappingarneytin hjá honum, Kenny Arthur, vardi málið leygardagin í 2?0 tapinum ímóti Dundee United og aftur mikukvøldið, tá ið Partick Thistle á útivølli ímóti 3. deildarliðnum Peterhead spældi seg víðari í steypakappingini. Úrslitið í tí dystinum var 2?2, og Partick Thistle var best í brotssparkskappingini.
? Eg havi verið sjúkur í meiri enn eina viku. Talan hevur verið um hálsbruna, tipta nøs, fepur og meiri av tí slagnum. Undan dystinum ímóti Dundee United leygardagin spurdi venjarin hjá okkum, Gerry Collins, meg, um eg var førur fyri at spæla. Tað var eg ikki, og so vardi hin málverjin málið. Men venjarin lat meg vita, at hann framvegis metti meg sum fyrsta valið, sigur Jákup Mikkelsen. Hann er um at koma fyri seg eftir sjúkuna. Mikukvøldið var hann við liðnum í Peterhead. Um hann verður millum stólparnar, tá ið Partick Thistle leygardagin skal spæla í Dunfirmline, var hann ikki greiður yvir eftir steypadystin í fyrrakvøldið.
? Í nátt fara vit at sova á gistingarhúsi í Dundee. Tað er á vegnum úr Peterhead og til Dunfirmline. Í morgin fara vit at venja á graslíkisvøllinum hjá Dunfirmline. Teir spæla heimadystirnar á graslíki. Tað hava teir sum einasta fealgið í bestu skotsku deildini undantaksloyvi at gera, vitsi Jákup Mikkelsen at siga mikukvøldið, tá ið hann og liðfelagarnir í bussi vóru á veg úr Peterhead og suðuryvir aftur.
Órímuligur kritikkur
Í pørtum av skotsku pressuni hevur Jákup Mikkelsen ikki fingið góð skoðsmál, síðani hann kom í málið hjá Partick Thistle at standa. Hann hevur verið niðurgjørdur sum vánaligur málverji, og tað hevur verið spurt og fregnast eftir, nær Kenny Arthur aftur fór at koma í málið at standa.
Hetta hevur ikki verið so ólíkt umrøðuni, sum eitt nú fleiri danskir fotbóltsútisetar áður hava sagt seg at hava verið fyri. Tá hevur ofta verið sagt, at tað hevur tykst, sum um tíðindamenninir hava staðið heimligu kappingarneytunum hjá donsku útisetunum nærri, enn teir hava kent seg at standa fremmandu spælarunum.
Hevur kritikkurin kenst órættur?
? Eg havi fleiri ferðir lagt hatta til merkis. Eftir 2?0 tapið ímóti Aberdeen sá eg í fleiri bløðum, at eg skuldi hava spælt heilt út av lagi vánaliga. Eg var ovfarin av ummælunum, tí eg metti meg sjálvan at hava spælt rættuliga væl. Tá ið teir fingu fyrra málið kom eg eitt sindur skeivur út í sambandi við frísparksinnlegg, men annars helt eg meg hava spælt heilt væl. Tí var eg ovfarin av umrøðuni í summum bløðum. Onnur helt eg hildu seg meiri til verjuleikan.
Ávirkar órímulig umrøða spælið hjá tær?
? Tú spyrt teg sjálvan, um metingarevnini eru farin av lagi. Síðani hava allir spælararnir hugt at upptøkuni av dystinum ímóti Aberdeen. Tá fekk eg staðfest mína egnu meting, og tað hevði eisini stóran týdning fyri meg, at venjarin segði seg vera væl nøgdan við avrikið hjá mær.
Men tit hava framvegis fyrsta sigurin til góða?
? Tað er undarligt, tí vit hava spælt væl í flestu dystunum. Men vit hava ikki havt marginalirnar við okkum. Úrtøkan hevur ikki verið nóg góð í álopsspælinum. Eg vóni ikki, at hetta fer at ávirka sjálvsálitið hjá liðnum, tí eg haldi, at vit eiga at vera nóg góðir til væl betri støðu, enn vit í løtuni eru í, sigur Jákup Mikkelsen úr Skotlandi.