Haraldssund:
Langa leið frá bygdarhúsinum hoyrist eyðkenda røddin í Trølla Pæturi. Samstundis hoyrast látur og róp frá teimum gott 100 fólkunum, sum vóru til jólaborðhald hjá vardu verkstøðunum.
Inni er hitin øgiligur. Borðhaldið er júst av. Tey hava etið seg mett og væl sett av grýturætti og rís ala mande. Men tey sita tó niðri enn, og gott tað sama, tí har er nógv lív í.
Trølla Pætur leikar í, meðan hann syngur Trølla Pætur sangin. Øll antin syngja ella dansa við. Gleðin lýsir úr andlitunum á øllum. Trølla Pætur er kul. Men har manglar onkur hjá honum. Omman er ikki komin. Men hon man ikki vera langt burturi.
Omman
Tá Trølla Pætur er liðugur at syngja sín sang, kemur omman stunandi inn í veistluhølið. Hon leggur í vaði at spæla rokk, og enn meira lív kemur í. Trølla Pætur roynir at sissa ommuna og sigur, at hesi fólkini helst bert vilja hava stillan tónleik. Men hann verður undirdíktur í rópum frá áhoyrarunum við kravi um harðan rokktónleik frá ommuni.
Sjálvandi tekur omman guitarin og flippar út. Onkur einstakur heldur fyri oyruni, men tað er bert ein lítil løta, so hevur viðkomandi vant seg við gangin.
Eftir eina framførslu við fullari ferð á í einar 20 minuttir, takka Trølla Pætur og omman fyri seg. Myndir verða tiknar, og onkur av áhoyrarunum fáa klemm frá teimum. Og aftur er gleðin ikki til at taka feil av.
Síðani fara tey. Trølla Pætur og omman, sum er í skóm, sum eru klistraðir saman afturi við hælin. Hon er líka við at detta fleiri ferðir. Kanska einir nýggir skógvar høvdu verið eitt gott jólagávuhugskot til ommuna í ár.
Dansur
Tá øll eru komin niður á jørðina aftur eftir, at trøllini bæði eru farin, tekur Annika Hansen, sum hevur skipað fyri jólaborðhaldinum, mikrofonina. Hon sigur, at stundin er komin til at handa mandlugávurnar. Tá tær eru latnar, verður boðað frá, at ein lítil steðgur er, meðan ruddað verður av borðinum. Og síðani verður dansur, har Karl Martin Samuelsen og Jimmy eru DJ.
Øll tosa tey bara um, hvussu bilsin tey vóru at síggja Trølla Pætur og ommuna.
? Hatta hevði eg slettis ikki væntað, sigur onkur, meðan onnur bara smílast og flenna, tí tey eru so glað.
Annika Hansen er undir útbúgving sum námsfrøðingur í Danmark. Hon er í starvsvenjing á varda verkstaðnum á Brekku, og hon sigur, at tað er ein liður í hennara útbúgving at skipa fyri einum og hvørjum námsfrøðisligum tiltaki fyri brúkararunum.
? Eg veit ikki, um tað hevði verið neyðugt at verið so stórt, men eg var við til tunnuslátturin, sum vardu verkstøðini høvdu í Skálanum fyrr í ár, og tað var so stuttligt og hugnaligt, at eg helt, at eitt stórt jólaborðhald hevði verið eitt gott hugskot, sigur hon og leggur afturat, at eitt tílíkt felags jólaborðhald var á verkstaðnum Vón fyri einum tveimum árum síðani. Og tað eydnaðist avbera væl.
Hon sigur, at tað hevur verið sera stuttligt at skipa fyri hesum, men at tað hevði ikki borið til uttan hjálp frá øllum starvsfólkunum á verkstaðnum.
? Tað er so hugaligt at gera slíkt, tá tøkkin er so stór. Øll eru glað og lata væl at, so tað kann valla vera betur, sigur hon, beint áðrenn hon fer í holt við at gera klárt til dansin.