Abraham Lincoln segði einaferð, at ein politikari hevur ábyrgdina av skipinum, men ikki av aldubrotunum. Og so er.
Føroyska skútan hevur verið væl stýrd seinastu nógvu árini - samstundis sum langt hevur verið millum búskaparligu aldubrotini.
Munandi framstig framd
Yvirskot hevur verið á fíggjarlógunum á hvørjum ári, ið fullveldissamgongan hevur stjórnað landinum. Uttanlandsskuldin er munandi niðurgoldin. Ríkisstuðulin er skerdur við 366 mió. kr. - er í dag bert 615,5 mió. kr. Uppsparingin er økt munandi, og síðan partvíst nýtt til afturrindan av uttanlandsskuld. Langtíðar íløguætlanir eru lagdar fyri landið, og íløgukarmur fyri land og kommunur. Munandi skattalættar eru veittir. Vinnulívið hevur fingið betur og frælsari karmar eitt nú við lægri partafelagsskatti - úr 28% í 20%. Stórur partur av studningspolitikkinum til vinnulívið er strikaður, og nýggj uppskot til studningspolitikk eru steðgaði.
Samstundis eru vælferðarøkini stimbrað. Almanna, heilsu-, útbúgvingar- og mentamálaøkini eru øll munandi uppraðfest. Eitt nú við nýggjum landssjúkrahúsi, hægri pensjónum, fleiri ellis- og røktarheimsplássum, nýggjum skúlum, hægri lestrarstuðli, Tjóðpalli Føroya o.s.fr. Eisini samferðsluøkið er munandi uppraðfest. Nevnast kunnu undirsjóvartunnil vestur í Vágarnar og til Norðoyggjar umframt nýtt Suðuroyarskip fyri bert at nevna nøkur fá dømi.
Skal menningin steðga ?
Men hóast hetta, so vilja valevnir fyri eitt nú Sambandsflokkin vera við, at fullveldissamgongan bert hevur verið til skaða fyri føroyska samfelagið. Hetta er sjálvsagt als ikki rætt og eru átøkini, ið nevnd eru omanfyri, bert nøkur dømi um hetta ikki er so.
Sambandsflokkurin vísir ferð eftir ferð á, at hann ynskir at broyta ta kós, ið undanfarna samgongan hevði sett. Men ynskja føroyingar hetta? Er ikki ynskiligt at halda áfram við at menna føroyska vælferðarsamfelagið, at betra um karmarnar hjá vinnulívinum, at fremja ein tryggan búskap, at fremja greiðan skilnað millum alment og privat og harvið forða skaðandi studningspolitikki, og at halda áfram á sjálvbjargniskós ?
Sambandsflokkurin fyri studningspolitikki
Tvey valevni hjá Sambandsflokkinum - Magni Laksáfoss & Edmund Joensen - hava í bløðunum boðað frá, at Sambandsflokkurin skal fáa búskap-arligt skil í Føroyum, tí tað megna sjálvbjargnisflokkarnir ikki. Hesum sjónarmiðnum standa hesi valevni tó rættuliga einsamøll við.
Staðfestast kann, at vórðu øll uppskot Sambandsfloksins á Løgtingi um øktar útreiðslur fylgd seinastu árini, vórðu almennu útreiðslurnar hundr-aðtals mió. kr. størri enn í dag. Og varð tikið undir við seinasta uppskoti Sambandsfloksins á Løgtingi um at lata rækjuflotanum um 47 mió. kr. í studningi yvir 2 ár, so vórðu dyrnar latnar upp til studningspolitikk, sum vit kenna so væl frá 80?unum. Hetta hevði føroyski búskapurin ikki verið tryggari og sterkari av - tvørturímóti.
Skútan er riggað væl til sjálvbjargniskós
Allur serkunnleiki innan føroyskan búskap hevur víst á, at hóast aldubrotini eru ógvuslig í pørtum av føroyska vinnulívinum í løtuni, so er føroyska skútan so mikið væl fyri í dag, at hon megnar at standa ímóti hesum aldubrotum uttan stórvegis trupulleikar. Ferðin verður tálmað av aldubrotunum, men kósin kann haldast um hetta verður ynskt og um rætt verður stýrt. Og tá aldubrotini aftur fara at leggja seg er møguleiki fyri at náa í egna havn - um føroyingar ynskja hetta. Hetta vísir, at tey, ið staðið hava við ábyrgdini av føroysku skútini seinastu árini, hava megnað at gjørt hana til reiðar til alskyns brotasjógvar - gjørt hana til reiðar at náa har føroyingar ynskja.
Val millum sjálvbjargnisframtíð og heimastýrisfortíð
Valið tann 20. januar verður enn eitt sera avgerandi val. "Heimastýrissamgongan" og "aftur á sambandsleið" eru ekkó og fyribrigdi frá fortíðini. Vónandi gerast hesi ikki partur av framtíð Føroya. Vónandi kann føroyska skútan halda áfram á sjálvbjargniskós og halda áfram at verða alsamt betur riggað til.
Avgerðina eiga føroyingar tann 20. januar 2004.