Manshondbóltur
Tey flestu mundu rokna við einum spennandi dysti, tá KÍF vitjaði Kyndil mikukvøldið. Síðani nýggju leikararnir hjá KÍF komu á liðið - for restin júst móti Kyndli ? hevur kurvan hjá liðnum peiggjað beint uppeftir, og tó at úrtøkan ikki hevur verið full hvørja ferð, so hevur liðið í øllum førum sýnt, at teir nú kunnu taka dystin upp móti sterkastu liðunum í landinum.
Høvdu takið
Mikukvøldið sýndu kollfirðingarnir eisini heilt leingi, at her skuldi Kyndil ikki rokna við nøkrum sum helst. Fyri steðgin gekk ógvuliga javnt á. Liðini bæði skiftust um at hava leiðsluna, og yvirhøvur tóktist talan vera um ein sera tungan dyst, har báðir partar royndu at spenna seg heilt út.
Sum frá leið, so tóktist tað tó so, at kollfirðingarnir skaptu sær eina lítla yvirvág. Fyri steðgin kom hetta tó ikk til sjóndar á máltalvuni, men beinan vegin eftir steðgin kom munur í. Kollfirðingar stóðu seg hesa løtuna sera væl í verjupartinum, og í alopspartinum var avrikið so avgjørt millum tey bestu frá teirra síðu í ár. Roynt varð alla tíðina at leggja trýst á verjuna, og hugsaði Kyndil ov nógv um skothóttanina frá bakkinum, stóðu vengurnir alla tíðina til reiðar, soleiðis at eisini teir komu nakrar ferðirnar á talvuna.
Mistu í evstu løtu
Sum hálvleikurin leið, so sá støðan hjá heimaliðnum alt meira vónleys út. Kollfirðingar hildu alla tíðina eitt rimmar fast tak um dystin, og bert fimm minuttir fyri leiklok vóru framvegis fýra mál á muni. Ein støða, sum undir vanligum umstøðum átti at borið sigur við sær.
Men taðð gjørdi hon tó ikki. Kyndil gjørdi í eini seinastu roynd at venda dystin av, at mansverja báðar teir útlendsku leikararnar hjá KÍF, og tó at plássið at spæla soleiðis skuldi verið munandi betri hjá hinum fýra, so setti hetta av álvara kílar í hjá KÍF. Seinastu tríggjar minuttir skeyt Kyndil trý mál á rað, og tó at teir helst høvdu ætlað sær sigurin, so mundi tað kennast sum ein stórur lætti, at teir hóast alt fingu nakað burturúr.
Sum so kann eisini væl vera, at javnleikurin í veruleikanum gav báðum liðunum eins nógv, sum ein sigur vildi gjørt. Hvørki teirra hevur í løtuni nakran annan javnleik á kontini, og tá stigini verða hálverað um ársskiftið verður jú altíð rundað uppeftir.
Men hóast teimum sostatt ikki nýtist at missa nakað við hesum, so er einki at taka seg aftur í, at kollfirðingar iðraðu seg eftir dystin. Teir høvdu í seinna hálvleiki øll essini á hondini, men trumfarnir vórðu helst spældir ov tíðliga út. Spurningurin er so, hvørt hetta er nakað, sum liðið kann taka læruna av, soleiðis at somu mistøk ikki verða framd einaferð afturat. Megna teir tað, so er einki at ivast í, at KÍF eisini fer at teljast millum tey sterkaru liðini í endaspælinum.
Dysturin í tølum
Kyndil-KÍF 24-24 (11-11)
Málskjúttar:
Kyndil: Jacob Jónsson 7, Finnur Hansson 5(1), Høgni Klein 5, Hans Áki Dal-Christiansen 5, Jónleif Sólsker 1, Heini Bendtsen 1
KÍF: Damir Oros 8(4), Rógvi Weihe 5, Petur Martin Poulsen 3, Mirko Milinkvic 2, Kristjan Madsen 2, Eddie Joensen 1, Vagnur Johannesen 1, Finn Heri Joensen 1, Jákup Dam 1
Brotskøst: Kyndil 2, KÍF 4
Útvísingar: Kyndil 3, KÍF 8
Diskvalifikatión: Kyndil 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar úr Tjaldur: Kári Hnsen & Trygvi Mortensen










