SALT: Carsten Knudsen – Ein “Nattergal” kemur suður

Ein “Nattergal” kemur til Suðuroyar 25. apríl 2026, skrivar salt.fo.

 

Tað er maðurin, sum spældi Gertrud Sand og Günther í The Julekalender.

 

Á skránni eru sangir bæði úr egnum baklistum, frá tíðini við De Nattergale og kendir sangir úr The Julekalender.

 

Kvøldið bjóðar upp á bæði poetisk, frekt og innihald við einum skálkabrosið– monologar, sangir og instrumentalar framførslur.

 

Hann er bæði undirhaldari, tónleikari og tónasmiður.

 

Við ukuleluni sum soloinstrumenti hevur hann spælt á Sibelius-savninum í Finnlandi, á Blue Mountain Ukulele Festival í Avstralia, í Noregi, Svøríki – ja, enntá í Tokyo.

 

Hin meira kenda síðun av honum kenna nógv sum skemtiligan komikara og tónleikara. Hetta kvøldið fer hann at brúka alla palettina.

 

Sungið verður á vestjútskum mállagi, ríkisdonskum, enskum og “denglish”.

 

Á pallinum er Carsten Knudsen , og saman við honum er ukulele úr Hawaii, guitarar, didgeridoo, harmonium (pumpuorgil), munnharpa og onnur ljóðføri.

 

Carsten hevur rukkurí pannuni – tí, at heilin á honum er krúllaður.

 

Framførslan er í Salt 25. apríl, og nærri sæst á salt.fo.