Týskvøldið fekk Jóhan Dalsgaard ? alias Jóhan í Kollafirði ? eina uppringing frá løgmálaráðnum, sum hann hevur bíðað spentur eftir. Allar undirskriftirnar uttan ein vórðu góðkendar. Sostatt fer Hin Stuttligi Flokkurin at stilla upp til løgtingsvalið 20. januar. Tað hevði borið Jóhan í Kollafirði til at stilla upp einsamallur í einum valdømi uttanflokka. So hevði hann sloppið undan øllum stríðnum at savna atkvøður, men kjansurin at sloppið inn hevði verið lítil.
Hví stillaði tú ikki bara upp uttanflokka?
? Heilt erligt, so var tað ein, sum hevði skil fyri tí, sum segði, at tað var nógv sterkari at stilla upp við einum heilum flokki. Eg spurdi hví, men áðrenn hann náddi at svara, fór eg at savna undirskriftir. Hann hevur forstand upp á tað, og hann segði, at ein flokkur er tað sterkasta amboðið. Nú havi eg keypt amboðið, og nú fari eg hugsa um, hvat eg skal brúka tað til, sigur Jóhan í Kollafirði.
Men fer Hin stuttligi flokkurin at stilla upp í fleiri valdømum, so hann fær møguleikan at fáa lut í eykavaldum?
? Eg fari at stilla upp allastaðni. Eg ætlaði at gera eina finessu, so eg sjálvur slapp at stilla upp allastaðni, men um tað ikki ber til, so fari eg at fáa mær strámenn runt landið.
Skulu tey vera líka stuttlig sum tú?
? Tey skulu ikki vera minni snedig. Eg veit í øllum førum ein, sum kann brúkast. Um tað ikki eru fleiri, so skulu tað vera fólk, sum bara fylgja aftan á mær. Kanska vera tað sjey fólk, sum siga akkurát tað sama sum eg, sigur Jóhan í Kollafirði.
Hvussu ætlar tú at finna fólkini?
? Tá ið eg fortelji eina vittigheit í einari forsamling, so plagi eg at hyggja eftir, hvørji 2-3 fólk, M/K, flenna. Tað er teimum, eg fari eftir.
Hevur tú framvegis eingi vallyfti at leggja fyri veljaran?
? Tað er stuttligt, at tað eru míni vallyfti, sum eru tey mest áhugaverdu. Eg havi ikki sæð nøkur vallyfti frá hinum flokkunum enn, men tit spyrja øll eftir mínum lyftum. Tey koma seinni. Eg haldi teimum aftur, so tit skulu blíva við at spyrja. Um eg kom við teimum beinanvegin, so skuldi eg betalt fyri tey seinni. Hetta er taktikkur. Nú spari eg bæði pengar og skapi spenning um mín politikk, sigur Jóhan í Kollafirði.
Men álvaratos, Jóhan. Gott skemt hevur altíð eitt sindur av álvara. Er nakar álvari í Hinum Stuttliga Flokkinum ella er hetta tað reina tvætl?
? Hetta er bara álvari. Als ikki tvætl. Skemtið er sum sukur, sum skal fáa medisinið at glíða niður hjá børnunum. Um vit ikki drússa sukur, so blíva vit slett ikki frísk. Hinir brúka ikki sukur. Teir brúka dokumentmappur og stívrendar meiningar. Eg stríðist ímóti dokumentmappum og stívrendum politikarum.
Áðrenn 30. desember skulu valevnislistarnir hjá flokkunum vera lidnir. Hevur tú havt nakran uppstillingarfund?
? Nei, men tað er góð tíð.
Væntar tú at vera valdur í løgtingið?
? Ja! Tað er ikki ein spurningur, um eg sleppi inn. Spurningurin er bara, um eg fái meira enn tveir mans.
Hvør verður hin stuttligi tingmaðurin?
? Tað kann eg ikki siga, tí hann veit ikki av tí enn.
So tú hevur ein jokara í ermuni akkurát sum hinir?
? Ja! Jokarin hevur ein jokara.
Ert tú tann einasti stuttligi flokkurin, sum stillar upp?
? Nei. Hinir eru eisini nokk so stuttligir. Tað er tí, at eg eiti HIN stuttligi flokkurin. Eg eri bara ein stuttligur flokkur afturat.









