Til Viborg á Hondbóltsskúla

Saman við fýra øðrum hondbóltsgentum fer Barbara Egilstrøð í heyst á hondbóltsskúla í Viborg, har Ulrik Wilbek verður ein av venjarum hennara

Hondbóltsskúli

Fyri einum ári síðani settu tey í Viborg á stovn eitt sonevnd sports-college. Eitt slag av eftirskúla, har næmingarnir sjálvandi fyrst og fremst kunnu nema sær tann lærdóm, sum hoyrir skúlanum til, men har ítróttur er ein lutfalsliga stórur partur av tímatalvuni.

Fimm føroyskir leikarar
Og komandi heyst verða ikki færri enn fimm føroyskar hondbóltsgentur, sum vera partur av næmingunum á skúlanum.
Tá fara nevnliga Harriet Lava, Rebekka Justinussen, Helena á Krákusteini, Ninna K. Johansen og Barbara Egilstrøð til Danmarkar, og einki er at ivast í, at tær eru spentar til hesa upplivingina.
Herfyri hittu vit eina av Barbaru og fingu eitt stutt prát um ætlanir hennara, og hon dylir ikki fyri, at tað er við stórum spenningi, at hon so smátt er farin at venja seg við tankan um eitt ár uttanlands.
Ikki minst er tað tann sannroynd, at millum venjararnar á skúlanum eru nakrir av bestu hondbóltsvenjarunum í Danmark. Teirra millum Ulrik Wilbek, sum er høvuðsmaðurin aftan fyri hondbóltin.
- Tað sigur seg sjálvt, at tá slíkir venjarar eru, so fært tú meira burturúr. Bara tað at teir eru har, gevur tær íblástur, og hetta er nakað, sum eg gleði meg ógvuliga nógv til.
Víðari sigur Barbara, at hon og Harriet sjálvar vóru og vitjaðu á skúlanum seinasta summar, og tó at hetta tá ikki var heilt soleiðis, sum tað verður í heyst, so fekk hon alt fyri eitt hug til meira.
- Tú kendi alt fyri eitt, at støðið her er rættiliga høgt, og eg ivist ikki í, at vit koma at fáa sera nógv burtur úr á skúlanum. Bæði tí hetta er ein veldug uppliving, men so sanniliga eisini ítróttarliga.
Og spurd, hvørt hon eisini hevur hugsað um, hvat hon skal svara, um hon fær møguleikan at gera enn meira við hondbóltin í onkrum donskum felag, sigur hon, at tað hevur hon sum so ikki.
- Tað vildi sjávlandi eisini verið spennandi, men fyrst og fremst er tað skúlin og tær upplivingar og tann menningin, sum hesin gevur, sum eg fari til. Tað er tað týdningarmesta, sigur hon avgjørd.

Ongar avbjóðingar
Ein skuldi kanska hildið, at ein skúli av slíkum slag við somikið navnframum venjarum, hoyrir til teir heilt kostnaðarmiklu, men soleiðis er tó ikki.
Barbara sigur, at kostnaðurin er góðar 18 túsund krónur, og hóast tað kann ljóða av nóg so nógvum, so eru ikki stórvegis trupulleikar av at finna skúlar, sum kosta væl meira enn hetta. Eitt púra vanligt ársskeið á ítróttarháskúlum liggur ofta um einar 30-40 tkr., og so eru sjálvandi aðrir, sum eru enn dýrari.
Og sum Barbara eisini noyðist at staðfesta, so er hetta ein av teimum heilt fáu møguleikunum, sum hon hevur til at nema sær royndir innan hondbóltin. Í øllum førum tað slag av royndum, sum ikki fáast her heima.
Sum so nógvar av javnaldrum sínum, so er hon nevnliga komin beint í tað holið, sum kom eftir at arbeiðið við yngru landsliðunum hjá HSF steðgaði, og tí eru ikki nakrar avbjóðingar av hesum slag til hennara. So er bara at vóna, at uppihaldið í Viborg kann geva henni og skúlafeløgunum nakað av lærdómi, sum tær onkursvegna kunnu hava við sær aftur til Føroya um eitt gott ár. Ella ? um væl vil til ? um fleiri ár.