Lutakastið lagaði seg soleiðis, at liðið hjá Ísaki Vedelsbøl, Sävehof og liðið hjá Tróndi Mikkelsen, HF Karlskrona hittast í fjórðingsfinalunum í svensku steypakappingini.
Í dag spældu liðini fyrru fjórðingsfinaluna í Partille. Tað eydnaðist Sävehof at vinna dystin 39-35. Í steðginum var heimaliðið á odda við einum máli, 19-18.
Tað gekk væl hjá Ísaki, ið var næstbesti málskjúttin hjá Sävehof við seks málum. Tróndur skoraði eitt mál fyri Karlskrona.
Mikukvøldið 5. november klokkan 18 verður seinna fjórðingsfinalan leikt í Karlskrona.
Ísak og Tróndur fara nú saman við liðfeløgunum á landsliðnum at fokusera upp á dystirnar í Golden League í Tróndheimi móti Niðurlondum, Noregi og Danmark.











