Lívið hjá teimum brekaðu í Norðoyggjum er nógv broytt seinastu 15 árini. Og tað er ikki minst teimum, ið tóku stig til at byggja umlættingarheimið Dáan, fyri at takka. Hendan byggiætlan, ið byrjaði í tí smáa, umfatar nú bæði umlættingarheim, búfelagsskap umframt sambýli fyri autistar.
Dáin hevur 4 dag- og 6 døgn umlættingarpláss. Brúkarnir av dagplássunum hava vanliga ein fastan dag um vikuna, meðan døgnplássini verða nýtt mest í vikuskiftum og frítíðum. Mesta virksemið í húsinum er í vikuskiftunum, tá fólk, sum annars hoyra til aðrar stovnar, eisini ofta nýta høvi at koma at vitja.
Í fremstu røð
- Tað er í grundini als ikki so langt síðani, at tey brekaðu vórðu send av landinum, tí vit onki høvdu at bjóða teimum herheima, segði Jona Nielsen, formaður í stýrinum fyri Dáan.
Fyri nógv av teimum bleiv Danmark teirra nýggja heim, og tey komu ongantíð heimaftur. Av teimum, sum komu heimaftur, máttu tey flestu til Havnar at vera, tí har vóru tey einastu tilboðini til tey í Føroyum. Í so máta er eitt stað, sum Dáin, onki minni enn ein kollvelting, við tað at tey, sum eru fødd í Norðoyggjum, sleppa at verða verðandi har, sum teirra familja eisini býr.
Jona tosaði eisini sum avvarðandi. Ommudóttir hennara, Jona, hevur sína dagligu gongd í Dáanum, og tí veit omman av egnum royndum, hvussu stóran týdning eitt stað sum Dáin hevur fyri trivnaðin hjá teimum brekaðu.
- Í Dáanum koma Jona og hinir brúkarnir í fremstu røð, og tað eru tey brekaðu jú ikki alt ov von við, segði Jona. Sum avvarðandi ivast vit onga løtu, í at umsorganin og áhugin hjá starvsfólkunum fyri teimum brekaðu kemur beint úr hjartanum. Tað vísa tey dag og dagliga, og tað merkja okkara børn og ommubørn, segði Jona Nielsen.
Flutt mørk
Jóna Olsen, leiðari á Verkstaðnum á Brekku, nýtti eisini høvi at bera Dáanum eina føðingardagsheilsan. Hon var fyrsti leiðarin á Dáanum og mintist, hvussu hugalig byrjanin var, tí við Dáanum gjørdist ein dreymur veruleiki fyri so nógv.
- Tá størvini skuldu setast, komu 150 umsóknir inn. So eg var so heppin at vera við til at velja tey allarbestu út, og tað er ikki minst teimum fyri at takka, at heimið hevur ment seg so nógv hesi árini, segði Jóna.
- Í fyrstuni var ikki so nógv virksemi í Dáanum, tí fólk dugdu ikki rættiliga at venja seg við tankan um, at eitt slíkt tilboð nú var veruleiki. Og tað sigur ikki so lítið um, hvat tey brekaðu og teirra avvarðndi høvdu verið noydd at taka til takka við.
- Dáin og Verkstaðið á Brekku vóru byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið hjá teimum brekaðu í Norðoyggjum. Men stovnarnir hava eisini verið við til at flutt onnur mørk, soleiðis at tolsemi mótvegis teimum brekaðu er vorðið munandi størri, enn tað var fyri 15 árum síðani. Tá vóru tey ikki serliga sjónlig, tí tey vóru goymd burtur ein stóran part av tíðini. Nú eru tey her saman við okkum sum ein nátúrligur partur av býarmyndini. Og soleiðis eigur tað at vera, segði Jóna Olsen.
Bussurin á veg
Umframt umlætting bjóðar Dáin eisini brúkarnum at luttaka í ymsum frítíðar-ítrivum runt um í býnum. Og um ikki so langa tíð verður tað eisni lagaligari hjá teimum at fara á útferðir aðrastaðni í Føroyum. Tey, ið varða av Dáanum, hava nevniliga tikið stig til eina innsavning til ein buss til búfólkið. Innsavningin gongur væl, so um ikki so langa tíð hava búfolkini sín egna buss standandi í túninum uppi á Mýruvegi í Klaksvík.