Tað stendur á jøvnum 1-1 millum føroyingaliðið, Valur og FH í meistaraskapsfinalunum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Onnur meistaraskapsfinalan í Kaplakrika høllini á Hafnarfirði endaði við greiðum 31-25 sigri til FH, ið var á odda 18-15 í steðginum.
Allan skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál. Bjarni skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál.
Triðja meistaraskapsfinalan verður leikt í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík, hóskvøldið klokkan 20.30.
Spælt verður best av fimm dystum.











