Tað er ikki sørt margháttligt, ja fyri ikki at siga skemtiligt, at lesa grein hjá Jákup Sverra Kass, hann hevur í bløðunum 09/12/ 2004.
Við yvirskriftini »Sjálvstýriskyndilin má ikki slókna« - vil Jákup Sverri verða við, at Sjálvstýrisflokkurin er trygdin fyri, at sjálvstýristilgongdin heldur fram.
Nú veit eg ikki, hvussu tú hevur fylgt við í politisku gongdini, men øll vita, at Sjálvstýrisflokkurin við Kára P. Højgaard á odda, tíðliga og síla hava funnist at og hótt einhvønn tanka sum skal bera á sjálvstýrisleið.
Orð og gerðir?.
Satt at siga so kemur hetta ikki óvart á. Sjálvstýrisflokkurin hevur hetta valskeiðið latið seg brúkt av sambandsmonnum sum Óla Breckmann, Bjarna Djurholm og Fólkaflokkinum, sum hevur lagt seg tvøran, tá mál sum stuðla undir fullveldisgongdina skuldu fáast av bakkastokki.
Tingmaður Sjálvstýrisfloksins hevur av sonnum verið ein meinbogi fyri samfelagsligum framburði og tá tøk skuldu takast á sjálvstýrisleið.
Hetta er veruleikin, Jákup Sverri - so tað hjálpir lítið at tú roynir at siga veljarunum eitt, sum er í fullkomnari andsøgn við rikna politik Sjálvstýrisfloksins í samgonguni, sum Annfinn Kallsberg segði upp 05.12.2003.
Tí orð og gerðir mugu fylgjast at, tað skuldi tú skrivað tær aftan fyri oyra.
Brendar brýr
Jákup Sverri vil staðfesta, at einki pláss verður fyri Tjóðveldisflokkinum í einum komandi landsstýri, og: »Við at brenna brýr byggja vit onki land« ?Nú skal tað staðfestast, at Tjóðveldisflokkurin ikki hevur brent nakrar brýr. Um Jákup Sverri veruliga meinti nakað við tað, hann skrivar og sigur Sjálvstýrisflokkin standa fyri, so stuðlaði hann tilmælinum hjá Tjóðveldisflokkinum um at gera broytingar í samgonguni, men tað vildi Fólkaflokkurin sum kunnugt ikki - og valdi heldur at koyra samfelagið út í eitt val í úrtíð.
Um pláss verður fyri Tjóðveldisflokkinum ella ikki - tað kemur tíðin eftir altíð at vísa, flokkurin hevur sum skilst ikki avskrivað nakran samgongumøguleika - tað hava hinir flokkarnir heldur ikki; uttan ein - Sjálvstýrisflokkurin, so hann brendi ta fyrstu brúnna?.harmiligt Jákup Sverri
Viljin og áræði
Viljin hjá Sjálvstýrisflokkinum hevur verið torførur at fingið eyga á í valskeiðnum, sum Anfinn Kallsberg og Fólkaflokkurin so brádliga vildu burturúr. Men um Jákup Sverri kann vísa á okkurt sum lýsir viljan hjá hansara flokki er hann vælkomin at gera tað.
Hvat áræðinum viðvíkur, so er tað nakað sum Sjálvstýrisflokkurin sjáldan hevur kunna breggjað sær av. Eg kann ikki minnast, at nakar tingmaður floksins - heldur ikki tá Jákup Sverri sat sum tingmaður, hevur tikið ein djarva avgerð, sum ber bráð av einum farra av áræði.
Tjóðveldisflokkurin er borganin fyri fullveldis-tilgongdini og politiskum áræði
Tað er einki nýtt, at Tjóðveldisflokkurin er flokkurin, sum er trygdin fyri at fullveldistilgongdin kann halda fram, tað veit hvørt mansbarn í Føroyum. Sat flokkurin ikki í Tinganesi hesi seinastu árini, var okkara land langt síðan avreitt inn í danska ríkið fyri vel.
Politiska áræðið hevur alstóran týdning, serliga tá ein flokkur sum Tjóðveldisflokkurin bjóða føroyingum ræði í sínum egna landi; og ferð aftan á ferð hevur Tjóðveldisflokkurin víst hetta áræðið í verki, bæði tá talan hevur verið um egin landsstýrisfólk og politiskar avgerðir. Seinast tá flokkurin boðaði frá, at álitið á Anfinn Kallsberg var fokið, einfalt tí at maðurin ikki dugdi sær hógv tá talan var um nýtslu av løgmansstarvinum.
Valið 20 januar 2004 hevur avgerandi týdning - týdning fyri fullveldistilgongdina, samhaldsfasta vælferðarsamfelagið, frælsa vinnulívið, verka- og fiskimannin, og álitið á politisku skipanina í Føroyum.
Gevið Tjóðveldisflokkinum álitisváttan á valinum 20. januar 2004










