Landsstýrið skjýtur spurvar við kanónum

- Avgerðin hjá landsstýrinum um arbeiðsloyvini hjá útlendskum ítróttafólki loysir ongar trupulleikar á arbeiðsmarknaðinum, og innlendismálaráðið hevur veruliga skotið spurvar við kanónum, sigur Gestur Hovgaard, samfelagsfrøðingur og formaður í KÍ og Stjørnuni

Útlendingamálið

Arbeiðsloyvini til útlendsk ítróttafólk. Hetta evnið hevur í stóran mun sett dagsskránna í føroysku fjølmiðlunum, síðani nýklakti landsstýrismaðurin í innlendismálum, Jógvan við Keldu, úttalaði seg um arbeiðsloyvini til útlendsk ítróttafólk í Føroyum. Kjakið tók síðani veruliga dik á seg í vikuskiftinum, tá semja var um í landsstýrinum, at feløgini skulu gjalda minst 60% av lønini hjá útlendsku ítróttafólkunum. Ein fíggjarlig byra, mong feløg ongan møguleika hava at bera.
Útlendsk ítróttarmegi er vorðin ein so stórur og týðandi partur fyri støðið og menningina í fleiri føroyskum ítróttagreinum, og t.d. varð henda sannroynd enn einaferð staðfest á gallaveitsluni hjá hondbóltsleikarunum leygarkvøldið, tá ársins leikarar vórðu valdir.
Her fingu útlendskir leikarar og venjarar ikki minni enn níggju av 14 steypum, meðan føroyingar fóru avstað við hinum fimm, og tað sigur ikki so lítið um týdningin av útlendska ískoytinum.

Loysir ongan trupulleika
Gestur Hovgaard hevur ein sentralan leiklut í kjakinum um útlendingapolitikk landsstýrisins, tí hann hevur nevniliga tilknýti til bæði føroyskan ítrótt sum formaður í KÍ og Stjørnuni, sum hoyrir undir KÍ, og so er hann eisini samfelagsfrøðingur.
- Avgerð landsstýrisins um, at feløgini skulu gjalda minst 60% av lønini til útlendsk ítróttafólk, er tápulig, og hon tænir als ongum endamálið á arbeiðsmarknaðinum, eru fyrstu viðmerkingarnar hjá samfelagsfrøðinginum.
Formaðurin í KÍ vísir á, at trupulleikin í veruleikanum er strukturpolitiskur og arbeiðsmarknaðarpolitiskur, og tískil er talan um ein nógv størri og meiri grundleggjandi trupulleika, enn hann av landsstýrinum er gjørdur til.
- Í staðin fyri at leggja skuldina á nøkur einstøk útlendsk ítróttafólk, skuldi veruligi og grundleggjandi trupulleikin verðið tikin upp og viðgjørdur, undirstrikar Gestur Hovgaard. Hann vísir víðari á, at nýggi útlendingapolitikkurin fer á ongan hátt at loysa nakran trupulleika.
- Trupulleikarnir á arbeiðsmarknaðinum verða als ikki loystir av at halda nøkrum fáum útlendingum aftur, og tískil hevur politiski myndugleikin nýtt heilt skeivar grundgevingar í hesum máli, heldur Gestur Hovgaard.

Útlendingarnir onga skuld
Í løtuni vísa arbeiðsloysishagtølini sambært Hagstovu Føroya, at 1256 føroyingar eru arbeiðsleysir, og arbeiðsloysi hevur seinastu mánaðirnar verið í vøkstri. Høvuðsgrundgeving landsstýrisins fyri avgerðini hevur verið, at tað er skeivt, at útlendingar taka arbeiði hjá føroyingum, tá føroyingar ganga arbeiðsleysir. Men Gestur Hovgaard er rúkandi ósamdur við hesum grundgevingum fyri at sýta útlendskum ítróttafólkum arbeiðsloyvi.
- Tað er als ikki orsakað av útlendingum, at arbeiðsloysi í Føroyum er í vøkstri. Tað snýr seg í veruleikanum um so fáar útlendingar (60-70 um árið, blðm.), at tað ger so lítlan mun, sigur Gestur Hovgaard. Hann nevnir sum dømi felagið VB, sum so nógv hava kastað ljós á, har talan í veruleikanum bert er um tveir útlendingar.
- At tveir litaviskir fótbóltsleikarar skulu vera orsøkin til, at 2-300 fólk eru arbeiðsleys í Suðuroy, er púra burturvið, og landsstýrið hevur veruliga skotið spurvar við kanónum, sigur ein avgjørdur Gestur Hovgaard.

Størri trupulleiki skaptur
Sostatt hevur samfelagsfrøðingurin og formaðurin í KÍ sína greiðu áskoðan um nýggju avgerðina hjá innlendismálaráðnum um arbeiðsloyvini hjá útlendsku ítróttafólkunum.
- Hon er stutt sagt tápulig, og eg taki undir við Heðini Mortensen í fjølmiðlunum mánadagin, sigur ein avgjørdur formaður í KÍ. Gestur Hovgaard vísir á, at hetta er eitt stórt afturstig fyri føroyskan ítrótt, sum tó í størstan mun kemur at raka smærru feløgini.
- Fyri KÍ og Stjørnuna fær hetta helst ikki eins stórar avleiðingar samanborið við smærru feløgini, og í løtuni gangi eg út frá, at hondbóltskvinnur okkara úr eystureuropa framhaldandi vera at síggja á Stjørnuliðnum næsta ár, sigur Gestur Hovgaard.
Formaðurin og samfelagsfrøðingurin heldur at enda, at landsstýrið við avgerðini hevur skapt ein nógv størri trupulleika, enn roynt hevur verið at loysa, og tískil tekur hann á ongan hátt undir við avgerðini.