so er tað, at vit kundu uttan trupulleikar klárað hesa uppgávuna, tí vit hava tað, ið krevst. Ongun nýtist at seta eyka fólk til at forlag, ið landið skal eka, sigur Kristian Blak og nevnir, at í flestu [...] ið hevur verið millum manna um at landstýrið skal yvirtaka plátufelagið Tutl. Hann kennir einki til, at Tutl skal tjóðtakast. - Tað er neyvan nakar, sum hevur áhuga at yvirtaka Tutl. Tað eru ongar samráðingar [...] samráðingar ella nakað sum helst, annað enn, at tað hevði verið eitt sera gott hugskot við almennum plátufelag. Kanska ikki júst Tutl, men so at møguleki var at geva út á henda hátt, sigur Kristian Blak í
heitir á Listafólkasambandið um at velja fýra limir í hesa nevnd. Og so er landsstýrismaðurin so umhyggin, at hann viðmerkir, at javnstøðunevndin eigur at haldast, soleiðis at í nevndini sita tveir menn og [...] brúkast til at heiðra trý virkin mentafólk. Hesi skulu vera fólk, sum við avrikum sínum virka við til at ríka føroyska mentan við skaldskapi, myndlist, leiklist ella tónlist. Sagt verður frá, at ein nevnd [...] Føroya, sigur Landsstýrið frá, at á fíggjarlógini fyri 1998 verða játtaðar kr. 500.000 til heiðursgávur til mentafólk. Landsstýrismaðurin í mentamalum hevur avgjørt, at tey fólk, 13 í tali, sum fyrr hava
kristnu trúnna. Hetta sæst m.a. í tí, at menniskjan er hægri sett í mun til djórini. Men eisini í boðum og forboðum, sum t.d. at ikki er loyvt at stjala, drepa, at gera seg inn á onnur o.s.fr. 2. Hugburðurin [...] leggja dent á okkum sum fiskivinnutjóð. Vit biðja til Gud um at verja sjómenninar, og at geva kraft og styrki. Vit leita eftir nøkrum sterkum at halda í, og tað hava vit í hesum tryggleikanum, sum kristindómurin [...] er eisini soleiðis, at hann ikki er egoistiskur, men nógv verður eisni hugsað um onnur. 3. Tryggleiki sum fiskivinnutjóð. Fyri tað triðja hava vit tey virði í kristindóminum, at vit kunnu kenna okkum
Lisbeth hevur tó ikki somu trupulleikar at taka undir við Edmundi Joensen um, at hann nú er nóg sterkur at samráðast fyri Føroyar ? Eg haldi vit eiga at viðurkenna, at hann er løgmaður hjá okkum. [...] fundin við landsstýrið mánadagin komu til ta niðurstøðu, at tey eru samd um kravið mótvegis dønum. Men tey eru ikki samd um, at løgmaður eigur at leiða samráðingarnar. Løgmaður bakkaði sjálvur út sum s [...] stuðlaði løgmanni hevur lítlan hug at gera viðmerkingar, nú fleiri tingfólk ikki vilja taka undir við Edmundi Joensen sum samráðingarleiðara í bankamálinum. Hon sigur, at tað hevur ikki verið prátað so nógv
galdandi, og sum dømi kann verða nevnt, at bústaðarkostnaður varð mettur at verða sløk 11% av livikostnaðinum. ? Men veruleikin er tann, at her átti kanska heldur at staðið millum 30% og 40%, vístir upps [...] ? At hava prístal, sum er rættvísandi, hevur eisini annan týdning. Tað hevur týdning fyri fleiri myndugleikar, serliga hagtalsliga, at vita hvussu kostnaðurin hjá húsarhaldinum broytist. ? Hetta er fyri [...] 1989, eftir ta stóru kravgonguna móti ætlanini hjá táverandi samgongu at avtaka prístalsviðbótina, lovaði Jógvan Sundstein, løgmaður, at gera nýtt prístal, sum vísti veruligu gongdina í livikostnaðinum, men
Gjógv so veik, at hann mátti gevast at spæla. Nú vóru góð ráð dýr hjá gjáarmonnum, tí eingin annar var í bygdini, ið dugdi at leika á urgu. Tónleikur á disklum Ikki eydnaðist gjármonnum at fáa nýggjan u [...] av at keypa eina urgu, ið kann spæla av sær sjálvum. Henda urgan er ein elektrónisk urga, og hevur hon møguleika at lesa vanligar teldudisklar við ymiskum forritaðaum urgutónleiki. Sagt verður, at ljóðgóðskan [...] og ljóðar eins og var hon ein verulig pípuurga. Serkønir siga, at ein skal hava eitt ógvuliga neyvt oyra, um ein skal leggja til merkis, at talan ikki er um eina veruliga pípuurgu.
einki annað uppskot góðtaka. ? Hvussu leingi er ráðiligt at bíða? ? Tað er svínarí, at málið hevur tikið so drúgva tíð, serliga tá hugsað verður um at sjúkrahúsleiðarin hevur nýtiligt uppskot, sum báðir partar [...] ? Harnæst tekur hetta uppskotið hædd fyri sjúklinginum, at hann fær tí viðgerð og røkt, sum honum tørvar. ? Eg haldi,at Jákup Mørkøre átti at brúkt hetta uppskotið, sigur Joan Ziskason, sum í síni tíð [...] tíð, eftir áheitan frá Almanna og heilsumálastýrinum, fyri Fakfelagið játtaði at líta Jákupi Mørkøre upp í hendur at seta bygnaðarbroytingarnar á Landssjúkrahúsinum í verk.
klára í Hoyvík, soleiðis at skipast kann fyri skeiðum í knívssmíði. Einki er at ivast í, at mangir ungir menn hava hug at læra hetta tignarliga handverk. Gævi tað fer at eydnast at síggja rættiligar grindaknívar [...] minni arbeiðsleysir. Vandi kann vera fyri, at hendan handverksmentanin gleppur okkum av hondum. Feløgini Greipur, Naddoddur og Dvørgamoy hava til endamáls at skapa áhuga fyri tí klassiska føroyska bátinum [...] Onkur gamal smiður er á lívi enn, ið dugir at leggja stál í eggjarn. Men skal hendan mentan varðveitast, má nakað gerast beinanvegin. Tað er í tøkum tíma, at Heimavirkisfelagið og Fornminnissavnið nú gera
-Tað sær løgið út at budgettera við risaavlopi á fíggjarlógini samtíðis sum lág- og meðalinntøkufólk kæra seg um, at tey knógva undir tungum skatta- og avgjaldsbyrðum. At tað verður budgetterað við so [...] rættiliga saman, at tú sparir, tá tað snýr seg um tey veiku í samfelagnum, og man tekur ov nógvar pengar inn frá teimum, sum eru í arbeiðslívinum, tvs. teimum, sum hava ringt við at fáa endarnar at røkka saman [...] saman - hetta bara fyri at fáa eitt avlop á fíggjarlógina. Vilhelm Johannessen fer í blaðnum í komandi viku at gera fleiri viðmerkingar til fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum.
á, at hetta er ein roynd uppá tvey ár og tí hava næmingarnir, sum byrja hesa undirvísing eisini stóra ávirkan á, hvussu útbúgvingin fer at laga seg framyvir. Hann vónaði, at næmingarnir tí fóru at hava [...] í, hvussu útvbúvingin fer at laga seg. Mads Winther fegnast annars um nýggju lærugreinina og vónar hann, at skúlin við hesum tiltaki er við til at bróta upp úr nýggjum við at seta fokus á nakað, sum hevur [...] Endamálið við nýggju lærugreinini er at geva næmingunum innlit í tey tøkniligu og náttúrubundnu viðurskiftini, sum hava týdning fyri oljuvinnuna. Haraftrat er ætlanin at taka upp meira samfelagsligar spurningar