Heiðursgávur til mentafólk

.

Í skrivi frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum í Tinganesi til Listafólkasamband Føroya, sigur Landsstýrið frá, at á fíggjarlógini fyri 1998 verða játtaðar kr. 500.000 til heiðursgávur til mentafólk.

Landsstýrismaðurin í mentamalum hevur avgjørt, at tey fólk, 13 í tali, sum fyrr hava fingið játtaðar kr. 20.000 árliga, framvegis skulu fáa hesar pengar.

Eftir eru so 240.000 krónur av samlaðu játtanini.

Hendan upphædd skal brúkast til at heiðra trý virkin mentafólk. Hesi skulu vera fólk, sum við avrikum sínum virka við til at ríka føroyska mentan við skaldskapi, myndlist, leiklist ella tónlist.

Sagt verður frá, at ein nevnd við fimm limum verður sett, sum skal lata landsstýrismanninum tilmæli í nummarrøð, hvørji fólk skulu fá hesa heiðursgávu.

Landsstýrið heitir á Listafólkasambandið um at velja fýra limir í hesa nevnd.

Og so er landsstýrismaðurin so umhyggin, at hann viðmerkir, at javnstøðunevndin eigur at haldast, soleiðis at í nevndini sita tveir menn og tvær kvinnur.

Landsstýrismaðurin velur sjálvur fimta limin, sum verður formaður, beinleiðis, verður sagt í brævinum, Undirvísingar- og Mentamálastýrið í Tinganesi hevur sent Listafólkasambandi Føroya.