John Johannessen
Fyri ári síðani gjørdist sjónin hjá urgulspælaranum við Gjógv so veik, at hann mátti gevast at spæla. Nú vóru góð ráð dýr hjá gjáarmonnum, tí eingin annar var í bygdini, ið dugdi at leika á urgu.
Tónleikur á disklum
Ikki eydnaðist gjármonnum at fáa nýggjan urguleikara, og tí gjørdu teir av at keypa eina urgu, ið kann spæla av sær sjálvum. Henda urgan er ein elektrónisk urga, og hevur hon møguleika at lesa vanligar teldudisklar við ymiskum forritaðaum urgutónleiki.
Sagt verður, at ljóðgóðskan á forritaða tónleikinum er eins góð og tá ið veruligir urgutónleikarar leika á urguna. Men kirkjuráðið hevur avgjørt, at veruligir urguleikarar skulu nýtast tá tað er møguligt, hóast kirkjan hevur elektróniska urgu.
Dyg fyri lágan prís
Fólk frá kirkjuráðnum við Gjógv meta seg hava fingið eina dygdargóða urgu fyri bíligan penga. Urgan kostar um 80.000 kr. og ljóðar eins og var hon ein verulig pípuurga. Serkønir siga, at ein skal hava eitt ógvuliga neyvt oyra, um ein skal leggja til merkis, at talan ikki er um eina veruliga pípuurgu.