Vit hava trinnanda týðandi handverksmentanir í Føroyum, ið gera okkum til nakað serligt ímillum onnur fólk: Tøting, bátasmíð og knívssmíð. Tøtingin hevur sum nevnt enn trygt undir føti. Glastrevjan trokar sum kunnugt viðin burtur, so nýsmíðaður bátur er rár sjón. Handverkið er til enn, men teir góðu bátasmiðirnir fækkast. Teir ungu kunnu teljast á einari hond, summir ganga meiri ella minni arbeiðsleysir. Vandi kann vera fyri, at hendan handverksmentanin gleppur okkum av hondum. Feløgini Greipur, Naddoddur og Dvørgamoy hava til endamáls at skapa áhuga fyri tí klassiska føroyska bátinum, hetta er so eitt íkast, ið vónandi kann gera sítt.
Illa stendur til við knívssmíðinum. Onkur gamal smiður er á lívi enn, ið dugir at leggja stál í eggjarn. Men skal hendan mentan varðveitast, má nakað gerast beinanvegin. Tað er í tøkum tíma, at Heimavirkisfelagið og Fornminnissavnið nú gera smiðju klára í Hoyvík, soleiðis at skipast kann fyri skeiðum í knívssmíði. Einki er at ivast í, at mangir ungir menn hava hug at læra hetta tignarliga handverk. Gævi tað fer at eydnast at síggja rættiligar grindaknívar aftur.









