? At hava prístal, sum er rættvísandi, hevur eisini annan týdning. Tað hevur týdning fyri fleiri myndugleikar, serliga hagtalsliga, at vita hvussu kostnaðurin hjá húsarhaldinum broytist.
? Hetta er fyri at kunna fylgja við broytingum í nøgdum í samfelagnum, tá prísvøkstur er frároknaður, sigur Luitjen Apol í viðmerkingunum til uppskot frá Verkamannafylkingini um løgtingslóg um prístal.
Nýtslumynstrið broytt
Hann vísir eisini á, at vektirnar í prístalinum, sum vísa skulu nýtslumynstrið í húsarhaldinum, eru gjørdar út frá einari nýtslukanning í 1971/72.
? Hetta nýtslumynstur er nógv broytt síðani tá, men vektirnar eru enn galdandi, og sum dømi kann verða nevnt, at bústaðarkostnaður varð mettur at verða sløk 11% av livikostnaðinum.
? Men veruleikin er tann, at her átti kanska heldur at staðið millum 30% og 40%, vístir uppskotsstillarin á í viðmerkingunum.
Einki gjørt
? Í 1989, eftir ta stóru kravgonguna móti ætlanini hjá táverandi samgongu at avtaka prístalsviðbótina, lovaði Jógvan Sundstein, løgmaður, at gera nýtt prístal, sum vísti veruligu gongdina í livikostnaðinum, men hetta arbeiði liggur framvegis á láni, sigur Luitjen Apol í viðmerkingunum.