VIDEO: Soleiðis vann Füchse Berlin á Dinamo Bukarest

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Füchse Berlin-Dinamo Bukarest 32-31 (16-18)

Í Max Schmelling høllini eydnaðist tað fríggjakvøldið Hákuni West av Teigum og liðfeløgunum í Füchse Berlin at vinna 32-31 á rumenska liðnum, Dinamo Bukarest. Tobias Grøndahl skoraði sigursmálið upp á brotskast beint áðrenn hallarlúðurin ýldi. Füchse Berlin var aftanfyri 16-18 í steðginum, og tað leikaði javnt á allan seinna hálvleik. 

 

Hákun var effektivur. Hann fekk fýra málmøguleikar, og hann setti allar í netið. Mathias Gidsel var toppskjútti hjá Füchse Berlin við 11 málum.

 

Berlinararnir hava fult stigatal í bólki A, átta stig fyri fýra dystir. 

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum. Við 0:34 minuttir sæst Hákun skjóta eitt mál:

 

##med2##