Heystglóð verður í Klaksvík í morgin

Heystglóð verður sett á Spinnarínum í Klaksvík klokkan 14 í morgin, og tað verður forkvinnan í mentanarnevndini, sum setir tiltakið

 

Heystglóð við fjálgu heystlitunum, heystmati og heystfrítíð fer í morgin at savna fólk í einum fjølbroyttum og livandi degi í Klaksvík.

 

Her fara tónleikur, list, søgur og matrávørur at skapa upplivingar fyri allar aldursbólkar.

 

- Hetta verður ein hátíðardagur, sum sameinir siðvenjur og nýskapandi hugskot og gevur rúm fyri bæði gleði, íblástri og felagsskapi.

 

Á heysttiltakinum verða matmarknaður, matverkstova, listaframsýningar, fyrilestrar, tyrla, brandstøð, sjúkrabilar og konsertir, og handlar í Klaksvík fara at hava opið til klokkan 20.

 

Heystglóð verður sett á Spinnarínum í Klaksvík í morgin, leygardagin 11. oktober klokkan 14.

 

Tað verður forkvinnan í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar kommunu, Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, sum fer at seta tiltakið, og við setanina verða vakrir tónar frá Astu Højgaard og Mads á Heyggi at hoyra.

 

##med2##

 

Øll skráin fyri frálíka heysttiltakið kann síggjast á https://visitnorth.fo/heystglod og á Facebook-vanganum, Heystglóð.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin á Heystglóð í Klaksvík, siga tey, sum standa aftanfyri tiltakið, sum verður í Klaksvík í morgin, 11. oktober.

 

Signhild V. Johannesen