Galaxy avlýsir alla sigling í dag.
Fyri løtu síðani boðaði Strandferðslan frá, at Galaxy avlýsir allar túrar í dag.
Í gjár varð annars boðað frá avlýsingum, men at onkur túrur varð sigldur, men tó við broyttari ferðaætlan.
Nú eru so allir túrar í dag avlýstir, og onki samband er um Suðuroyarfjørð í dag.
Ssl.fo skrivaði soleiðis fyri løtu síðani:
Fyri veður verður ongin sigling á leið 7 í dag, 10. oktober.