Fyrrverandi Magn-stjórin fekk hálvt annað ára fongsul

Fyrrverandi stjórin í Magn er í dag dømdur í fongsul í hálvt annað har

Dómur er fallin í málinum móti fyrrverandi stjóranum á Magn, sum er ákærdur fyri at í eitt tíðarskeið í fjør at hava flutt pengar frá vindfelagnum hjá Magn, Flatnahagi, til eitt felag í Dubai. Sambært ákæruritinum er talan um seks flytingar, har tann minsta er upp á góðar 160.000 krónur og tann størsta upp á umleið 1,8 milliónir krónur. 

Tað veit Kringvarpið at siga. 

Fyrrverandi stjórin varð ákærdur fyri mandatsvik av serliga grovum slag, har revsiramman er 8 ára fongsul. 

Dómurin bleiv 1 ár og 6 mánaðir treytaleysan fongsul. 

Tann dømdi og sakførari hansara eru ikki nøgdir við dómin, sum tí er kærdur til Landsrættin. 

Verjin vísir á, at maðurin hevur goldið allar pengarnar aftur, játtað seg sekan og lagt øll kortini á borðið. Tí er kravið linari revsing ella treytað fongsulsrevsing.